info
Ongi úrslit

Fyllir 67 og takkar fyri seg

Sørin S. Djurhuus takkar nú fyri seg sum tilbúgvingarleiðari í Eysturkommunu.

Vilmund Jacobsen
25. september 2023 kl. 14:11

Fríggjadagin 29. september frá klokkan 12 til 15 verður almenn fráfaringarløta á tilbúgvingarstøðini í Eysturkommunu.

Tilbúgvingarstøðin er í Sjóvartúni 11 í Leirvík, og hetta er á gomlu ferjuleguni.

Løtan verður hildin fyri Sørini S. Djurhuus, sum hevur verið í starvi innan tilbúgvingina hjá Eysturkommunu - og gomlu Gøtu kommunu - í samfull 43 ár.

16 av hesum árunum hevur hann verið leiðari. Nú Sørin verður 67 ár, takkar hann fyri seg.

- Tí vilja vit fegin takka Sørini fyri tíðina og hansara lut í tilbúgvingini, samstundis sum vit bjóða til almenna fráfaringarløtu, har øll eru vælkomin.

Tað sigur Per Martin Gregersen, formaður í tilbúgvingarnevndini og borgarstjóri í Eysturkommunu í dag.

Eysturkommuna hevur sett 55 ára gamla, Gunnar Olsen, sum nýggjan tilbúgvingarleiðara hjá kommununi. Hann byrjar í starvinum hin 1. november í ár.

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

1 tími síðan
Hondbóltur

Skuru tapti í Västerås

1 tími síðan
Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

2 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

2 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

3 tímar síðan
Tíðindi

Kanningar á val­støð­um: Eing­in greið­ur vinn­ari í Ísrael

4 tímar síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti greitt fyri Rumenia

4 tímar síðan
Tíðindi

Ísrael noktar at leingja atkvøðugreiðsluna

4 tímar síðan
Fótbóltur

Dysturin B68-NSÍ byrjar longu klokkan 14 leygardagin

5 tímar síðan
Tíðindi

Lavrov: Einki nýtt kom burtur úr samrøðuni við Putin

5 tímar síðan