info
Ongi úrslit

Tað svíður at eg má leggja frá mær

– Men eg veit, at tey, sum taka við, hava evnini, og at tey eru góð, og skilagóð fólk so vónandi hava tey eisini hugburðin, segði Heðin Mortensen í síni seinastu heilsu sum borgarstjóri í Havn

info
Áki Bertholdsen
30. desember 2016 kl. 20:25
Taki væl við valdinum í Tórshavnar Kommunu, og farið um tað við virðing, ídni og kærleika. Tað eru ynskini hjá Heðin Mortensen fyri nýggju samgonguna í Tórshavnar Býráð, sum tekur við valdinum á midnátt í annaðkvøld Nýggja býráðið varð skipað í kvøld við Anniku Olsen sum borgarstjóra, og Gunvør Balle sum varaborgarstjóra. Og í síni seinastu heilsu sum borgarstjóri, staðfesti Heðin Mortensen, at hóast tað svíður, at hann nú noyðist at leggja frá sær, ynskir hann nýggju býráðssamgonguni blíðan byr og hepnað hond. – Eg veit, at tit hava evnini. So eg vóni, at tit eisini hava hugburðin sum skal til, fyri at verja og lívga um hesar dýrgripirnar, segði hann. – Eg kenni tykkum fyrst og fremst sum góð fólk, og sum skilagóð fólk, ið vilja Tórshavnar kommunu og Føroya landi alt tað allarbesta, legði hann afturat. – Tí eri eg hampiliga tryggur við at lata tykkum lyklarnar. Tað fer valla at lukkast at fáa tað at ganga reiðiliga av skriðuni til, áðrenn vit fáa tikið um endan aftur, helt hann fyri, við skálkinum aftanfyri oyrað.  Hann staðfestur, at politikkur er eitt torskilt spæl, og tí eru helst eisini nógvar orsøkir til, at støðan bleiv, sum hon bleiv. – Men hetta er úrslitið av telvingini. Ongin regla er brotin, og ongin mannagongd er, sum ikki er fylgd. Tí er tað heldur ikki formliga skeivt, at kyndilin nú kemur á aðrar hendur, um enn tað smakkar mær illa, segði Heðn Mortensen. Men hann ásannar eisini, at hann er fullgreiður yvir, at hetta er ikki fyrstu ferð, at fleiri samgonguavtalur eru gjørdar, ella at orð ikki verða hildin. - Og við hetta lag kunnu vit stúra fyri, at tað verður heldur ikki seinastu ferð. Men tað nýtist ikki at vera so tað átti avgjørt ikki at verið soleiðis, sigur Heðin Mortensen. Trýst HER og les meiri um, hvat Heðin Mortensen heldur, eigur at vera gjørt, soleiðis at hetta ikki hendir eina ferð afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Næstsíðstu dyst­ir hjá før­oy­inga­liðu­num í kapp­ingar­ári­num

5 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: VÍF vann á H71 í Hoyvíkshøllini

6 tímar síðan
Tíðindi

Ætla at gera føroyskan ræðufilm fyri 15 milliónir krónur

7 tímar síðan
Tíðindi

NATO: Vit fara at verja hvønn einasta metur av Póllandi

7 tímar síðan
Tíðindi

Ummæli: Faderhuset

8 tímar síðan
Tíðindi

Tí eru klementinurnar mislittar

8 tímar síðan
Tíðindi

Vánaligur seinni hálvleikur gjørdist dýrur hjá KA/Þór

8 tímar síðan
Fótbóltur

Mjällby leikti javnt og Västerås tapti

9 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann 27-22 móti StíF

9 tímar síðan
Tíðindi

Stórt telduálop legði íslendskar vevtænastur lamnar

9 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 - KPR Ostrovia Ostrów

10 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan vann á EB og Kyndil vann á StÍF

10 tímar síðan