TB tokið koyrir við fullari ferð

1. DEILD: Eftir tveir trivaligar sigrar í fimm dagar er aldursforsetin stórfavorittur at flyta upp aftur í bestu deildina

Mynd: TB

Tað skal heilt nógv venda øðrvísi síðst í oktober, enn tað ger nú, um TB ikki fer at flyta upp aftur í bestu deildina, og at steðgurin í næstbestu deildini í hesum umfari bara verður eitt ár.

 

Leygardagin vann TB 3-1 í Klaksvík, og í gjár vann TB 7-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Hesin dysturin var útsettur, tí TB 18. mai spældi fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið.

 

Nú hevur TB vunnið níggju dystir á rað í landskappingini, og TB er topplið í næstbestu deildini við 33 stigum. ÍF er næstfremst við 29 stigum, og B71 er á triðja plássi við 24 stigum. Tað eru hesi trý feløgini – TB, ÍF og B71 – sum saman við Undrinum hava møguleika at flyta upp. B71 og ÍF eiga útsettan dyst, sum er ásettur at vera 6. september.

 

Undan summarsteðginum fer TB at spæla tveir dystir. Tann fyrri verður leygardagin á heimavølli ímóti B71, og tann seinni verður annan fríggjadag á útivølli ímóti HB.

 

Í Trongisvági í gjár ímóti teimum næstbestu hjá 07 Vestur var einki at rafla um. TB hevði fríska lotið ímóti í fyrra hálvleiki í sólini í Trongisvági, og tá skoraði heimaliðið fimm mál. 07 Vestur helt tørn í stórar tíggju minuttir, og tá var onkur spent hornasparksstøða frammanfyri 26 ára gamla Allan Müller, sum fyrstu ferð var í TB í málinum. Hann hevur annars bara umboðað Royn.

 

Mikkel Blåholm skoraði trý mál í fyrra hálvleiki. Hann setti hol á, eftir at Ari í Haraldsstovu Petersen í 07 Vestur málinum hevði hálvbjargað. Einar Thorsteinsson økti um munin til 2-0 við fínum fluktara eftir innlegg úr vinstru, Mikkel Blåholm økti um munin til 3-0, tá ið hann kom ímillum afturlegging, Mikkel Blåholm øktil um munin til 4-0 eftir framlegging úr høgru. Tað var vongverjin í høgru Jens Erik Bruhn, sum átti sendingina, og tað var hann, sum varð feldur, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Nikolei Johannesen umsetti til 5-0.

 

Eftir steðgin skifti TB fleiri spælarar út, og Mikkel Blåholm átti innleggið úr vinstru, tá ið Einar Thorsteinsson økti um munin til 6-0, og Musah Armah staðfesti 7-0 sigurin við stútara eftir horna úr høgru.

 

 

 

TB – 07 Vestur 7-0 (5-0)

 

1-0: Mikkel Blåholm 12.

 

2-0: Einar Thorsteinsson 17.

 

3-0: Mikkel Blåholm 19.

 

4-0: Mikkel Blåholm 25.

 

5-0: Nikolei Johannesen 31.

 

6-0: Einar Thorsteinsson 56.

 

7-0: Musah Armah 63.

 

 

 

KÍ – TB 1-3 (1-1)

 

1-0: Silas Gaard 3.

 

1-1: Mikkel Blåholm 10.

 

1-2: Bartal Petersen 46.

 

1-3: Nikolei Johannesen 57.

 

-

 

TB131102381333
ÍF12921291229
B7112732221124
Víkingur13724352323
Undrið FF13625191820
13616362419
HB13517252716
B3613319173310
NSÍ1322913488
07 Vestur13021111362

 

 

 

Í dag

 

Víkingur – ÍF: Rani A. Skaalum kl. 19.00 – í Leirvík

 

Fríggjadagin

 

HB – Undrið FF: Jón Tór Baldvinsson kl. 20.15

 

B36 – KÍ: Heini Ziskason Viðoy kl. 20.00

 

Leygardagin

 

TB – B71: Bjarki Danielsen kl. 17.00

 

Mánadagin

 

07 Vestur – ÍF: Áki Leitisstein Hansen

 

Týsdagin

 

NSÍ – Undrið FF: Árni Brandsson Petersen

 

B71 – KÍ: Jákup Øssursson Mohr kl. 19.30

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: TB