Teitur: Leikliga var nógv gott men málini manglaðu (FM1)

(FM1) Hoyr samanumtøkuna hjá Tróndi Arge og Teiti Joensen

##med2##

 

Tá HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Eysturríki var liðugur høvdu frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge og viðmerkjarin hjá FM1, Teitur Joensen eina drúgvari samanumtøku.

 

Teitur fegnast um, at føroyska liðið bjóðaði leikliga av móti Eysturríki í kvøld, og serliga fyrri hálvleikur stendur sterkur í myndini sum eitt gott avrik.

 

Men málini manglaðu fyri, at tað skal gerast eitt optimalt gott avrik. Tað skemmar eisini, at Eysturríki kom ov lætt til bæði málini hjá sær.

 

Vit fingu ikki eina góða søgu hesaferð móti Eysturríki, móti Skotlandi í Føroyum hava vit eina góða søgu. Nú vóna Teitur og Tróndur, at enn ein góð søga móti Skotlandi verður veruleiki týskvøldið á Tórsvølli.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samanumtøkuna hjá Tróndi Arge og Teiti Joensen. 

 

Føroyar – Eysturríki 0-2 (0-1)

 

0-1: Konrad Lainer 26.

 

0-2: Marcel Sabitzer 48.

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø (Klæmint A. Olsen, 68.), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (Hannes Agnarsson, 68.) – René S. Joensen (Jóannes Bjartalíð, 68.), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Ári Mohr Jónsson – Jóan Símun Edmundsson (John Frederiksen, 86.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Gunnar Nielsen, Mattias Heðinsson Lamhauge, Heini Vatnsdal, Hørður H. Askham, Jóannes K. Danielsen, Tróndur Jensen, Petur Knudsen

 

Gult kort: Odmar Færø, René Shaki Joensen, Viljormur Davidsen

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze