info
Ongi úrslit

Turkaland skal vaska vónbrótið av sær

EM24: Turkaland floppaði til EM2020, so nú er spurningurin um teir hava lært av tí?

Tróndur Arge
18. juni 2024 kl. 08:45

Turkaland bleiv mett sum eitt av londunum, ið tú skuldi hava eyguni eftir til EM 2020, men longu í setanardystinum gekk galið. Turkaland tapti allar tríggjar dystirnar og tú kundi sagt, at niðurtúrurin helt fram til septembur 2022, tá teir taptu 2-1 móti Føroyum á Tórsvølli.

Tað passer so ikki heilt, tí Turkaland vann Nations League bólkin. Teir vunnu eisini undankappingarbólkin til hetta EM-endaspælið framman fyri Kroatia. Turkaland er í bólki F saman við Portugal, Georgia og Kekkia.

Spurningurin er nú, um Turkaland hevur lært av seinasta EM-endaspælinum. Vónirnar eru ikki eins stórar hesa ferð, men tað finnast dygdargóðir spælarar á liðnum. Stjørnan er Hakan Çalhanoğlu, sum spælir við italska Inter. 30 ára gamli miðvallarin er ein støðug hóttan við sínum framúr skoti. Hann kann bæði skjóta beinleiðis fríspark og fær hann ein møuleika í opnum spæli, so meddar hann til.

Síðani er tað miðverjin Çağlar Söyüncü, sum er útleigaður til turkiskan fótbólt frá Atlético Madrid og nýggja stjørnuskotið Arda Güler, sum spælir við Real Madrid.

Flestu av spælarunum spæla á rímiliga høgum stigi. Um Turkaland hevur lært av seinasta EM-endaspælinum, so er ongin vandi fyri, at liðið tapir allar tríggjar dystirnar.

Venjari er fyrrverandi italski áleyparin Vincenzo Montella. Hann tók við í septembur 2023. Hann er ikki ókendur í turkiskum fótbólti, tí hann hevur verið venjari hjá Adana Demirspor. Tað verður hann, sum skal tryggja, at avrikini hjá Turkalandi avspegla styrkina í hópinum til EM-endaspælið. Mest sannlíkt fær Turkaland trý stig móti Georgia, so er spurningurin um tað verður til meira.

Føroyar hava tvær ferðir fingið stig móti Turkalandi. Í 1991 spældu vit javnleik á Ovaravølli í Gundadali. Todi Jónsson skoraði málið. Og í 2022 vunnu Føroyar 2-1 í Nations League dystinum á Tórsvølli. Bæði B36 og Víkingur hava roynt seg móti turkiskari mótstøðu í Evropa. B36 móti Fenerbahçe, Besiktas og Ankaragücü, og Víkingur móti Besiktas.

Hópurin:

Málverjar:

Altay Bayindir (Manchester United)

Mert Günok (Besiktas)

Ugurcan Cakir (Trabzonspor)

Verjuspælarar:

Mert Müldür (Fenerbahce)

Ferdi Kadioglu (Fenerbahce)

Zeki Celik (Roma)

Abdülkerim Bardakci (Galatasaray)

Ahmetcan Kaplan (Ajax)

Merih Demiral (Al-Ahli)

Samet Akaydin (Panathinaikos)

​Miðvallarar:

Hakan Calhanoglu (Inter)

İsmail Yuksek (Fenerbahce)

Kaan Ayhan (Galatasaray)

Okay Yokuslu (West Bromwich)

Orkun Kokcu (Benfica)

Salih Ozcan (Dortmund)

Álop:

Irfan Can Kahveci (Fenerbahce)

Yunus Akgün (Leicester)

Kenan Yildiz (Juventus)

Kerem Akturkoglu (Galatasaray)

Barıs Alper Yilmaz (Galatasaray)

Arda Guler (Real Madrid)

Cenk Tosun (Besiktas)

Semih Kılıcsoy (Besiktas)

Yusuf Yazici (Lille)

Bertug Yildrim (Rennes)

Venjari: Vincenzo Montella (Italia)

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Christa Pike er útskrivað

20 minuttir síðan
Fótbóltur

Tað gekk akkurát hjá FC Suðuroy

26 minuttir síðan
Fótbóltur

Ari og liðfelagarnir flyta niður í næstbestu deildina

29 minuttir síðan
Fótbóltur

NSÍ er heilt tætt við at bjarga sær

46 minuttir síðan
Fótbóltur

Samudeen var stóri maðurin í Sarpugerði

1 tími síðan
Tíðindi

Tropiskt illveður kann raka Føroyar mikudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Lungnaambulatorium á Suðuroyar Sjúkrahúsi latið upp

1 tími síðan
Tíðindi

Seks ár uttan flogflutning: Hiddenfjord hevur spart 400.000 tons av CO₂

1 tími síðan
Tíðindi

Ronaldo fyribils leikbannaður eftir at hann rýmdi úr landsliðsleguni

2 tímar síðan
Fótbóltur

U17-kvinnurnar hava tapt fyri Litava og Estlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Umrøða gjald á tóm hús í Vestmanna

4 tímar síðan
Fótbóltur

Bjartalíð og liðfelagarnir vunnu týdningarmiklan sigur

4 tímar síðan