Klokkan 19.45 fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur hevði rent inn í veggin í Vágatunlinum. Talan var um eitt soloóhapp, har eingin annar bilur var uppií.
Fólk, sum komu til hjálpar, fingu tosað við bilføraran, sum var við vit, men ikki heilt greiður, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Hann var fluttur á Landssjúkrahúsið.
Nøkulunda um sama mundið kemur ein fráboðan um, at ein politimotorsúkkla liggur á veginum millum rundkoyringina í Kollafirði og Effostøðina í Kollfjarðadali. Tað er ein politistur, sum er dottin og helst hevur koyrt á ein seyð, sigur vaktleiðarin.
##med2##
Ein deyður seyður liggur eisini á staðnum.
Eygnavitni siga, at politisturin er slongdur einar 50 til 100 metrar frá motorsúkkluni.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at politisturin á motorsúkkluni var á veg til aðra uppgávu, og at politibilarnir, sum fóru til óhappið í Vágatunlinum, høvdu yvirhálað hann á vegnum.
Politisturin er komin illa til skaða og varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Støðan var kritisk, men hann er við vit, og familjan er kunnað, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan heitir á bilførarar, sum koyra í Vágatunlinum, um at vera varnar, tí olja er komin á vegin, har óhappið hendi, einar 500 metrar inni í tunlinum Streymoyarmegin.