info
Ongi úrslit

U15: Menningarkapping í oysandi regni

Tað gekk als ikki eftir vild hjá føroyska U15-landsliðnum við dreingjum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Norðurírlandi, skrivar Fótbóltssambandið

Tróndur Arge
25. november 2023 kl. 09:08

Tað gekk als ikki eftir vild hjá føroyska U15-landsliðnum við dreingjum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Norðurírlandi, skrivar Fótbóltssambandið.

– Vit taptu allar dystirnar greitt, og megnaðu als ikki at fóta okkum á vátu og ringu grasvøllunum. Talan var um rættuliga avbjóðandi umstøður, ið ikki vóru egnaðar til fótbólt. Men soleiðis er viðhvørt, og tað mugu vit bara royna at læra av, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum.

Tríggir dystir vóru á skránni, tá U15-dreingirnir í døgunum 13. til 18. november tóku lut í UEFA menningarkapping í Norðurírlandi. Og úrsltini vóru einki at reypa av. Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 9-1 fyri norðurírsku vertunum, og síðani taptu vit 7-0 móti Luksemborg og 3-0 fyri Litava. Málið hjá Føroyum skoraði Villiam Kruse Hansen, ið spælir fyri Gentofte FA í Danmark.

– Vit koma fram til nakrar álopsroyndir, men í verjuspælinum góvu vit ov nógv løtt mál burtur. Samstundis mugu vit eisini staðfesta, at í løtuni eru hini londini frammanfyri okkum í menningini á so at siga øllum økjum. Sum heild var hetta ein vónbrotin uppliving fyri okkum allar, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

Í gjár kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

7 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Landið vil spara sjey milli­ón­ir – komm­unur­ missa inntøkur

17 minuttir síðan
Tíðindi

Í Vágsbotni við grøði av Sandi

26 minuttir síðan
Tíðindi

Páll Guð­laugs­son: Før­oyski tjóð­sang­ur­in rør­ir tað innasta í mær

58 minuttir síðan
Tíðindi

Smáligt hjá partrolarum og djúpvatnstrolarum

1 tími síðan
Tíðindi

A-landsliðið hjá monnum vitjaði løgmann

1 tími síðan
Tíðindi

Haldið fingr­ar­nar burt­ur frá kommunu­kassa­num hjá Tórs­havnar Kommunu

1 tími síðan
Tíðindi

Ein bláur trí­part­ur fyri føroyska fiskivinnu?

2 tímar síðan
Tíðindi

Vitja vísindavøkuna ár eftir ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú eru flestu línuskip í føroyskum sjógvi

3 tímar síðan
Tíðindi

Semja um felags royndar­verk­ætlan fyri venj­ing í Suðuroy

3 tímar síðan
Tíðindi

Eysturkommuna á Seatrade í Las Palmas

4 tímar síðan
Fótbóltur

Gunnar er nýggjur liðformaður

4 tímar síðan