U21 landsliðsspælari til EB/Streym

Betri deildin menn: EB/Streymur hevur tryggjað sær Jens Erik Bruhn

EB/Streymur boðar í dag frá, at felagið hevur leigað Jens Erik Bruhn frá TB fyri komandi kappingarár.

 

- Vit eru sera fegin, at Jens Erik Bruhn hevur valt at spæla við EB/Streymi hetta kappingarárið. Suðringurin hevur verið í hópinum í U21 landsliðnum í fjør saman við okkara Mikkjali Hellisá og Bergi Poulsen, skrivar EB/Streymur og leggur afturat:

 

- Jens Erik er 21 ár og kann røkja defensivu plássini á vøllinum. Hóast hann einans er 21 ár, so hevur hann leikt 90 dystir í betrideildini.

 

Jens Erik Bruhn er fyrsta tilgongdin hjá EB/Streymi til komandi kappingarár. Frágongdin hevur verið stór. Gutti Dahl-Olsen, Dánjal Godtfred, Bogi Reinert-Petersen, Markus Hellisdal og Rani Hansen verða ikki við komandi kapingarár. Spurningurin er so um Rani í Soylu verður leigaður úr B36 aftur í ár.