U21-menn: Hesir skulu til HM

Venjararnir Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava úttikið hesar 16 leikarar til U21 HM-endaspælið í Týsklandi. Kappingin verður spæld í Týsklandi í tíðarskeiðmum 20. juni – 2. juli og frættist at nógvir føroyingar ætla sær avstað at stuðla. Innleiðandi bólkurin hjá Føroyum verður spældur í Magdeburg.

 

Føroyar eru í bólki saman við Spania, Japan og Angola. Talan er um ein spennandi og avbjóðandi bólk. Spania gjørdist europameistari til EM í fjør, har Føroyar gjørdist nummar 10, meðan Japan vann asiatiska U21 endaspælið. Angola gjørdist nummar 4 í afrikanska endaspælinum.

 

Innleiðandi leiksskráin sær soleiðis út:

 

Týsdagin 20. juni kl. 10.00 Føroyar – Angola

 

Hósdagin 22. juni kl. 10.00 Føroyar – Japan

 

Fríggjadagin 23. juni kl. 19.15 Spania – Føroyar.

 

Málverjar:

 

Pauli Jacobsen, H71

 

Aleksandar Lacok, Neistin

 

Vinstri vengur:

 

Janus Dam Djurhuus, ÍBV

 

Pauli Høj, Neistin

 

Høgri vengur:

 

Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold

 

Bogi Hansen, H71

 

Strikur:

 

Kristian Jensen, VÍF

 

Ísak Vedelsbøl, Neistin

 

Bakspælarar:

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71

 

Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne

 

Sveinur Olafsson, H71

 

Bjarni í Selvindi, StÍF

 

Ovi Lützen, Neistin

 

Kristoffur Bjørgvin, VÍF

 

Brian Slyne, KÍF

 

Málmansvenjari er Jens á Skipagøtu, fysioterapeut er Ári Jógvansson Olsen og liðleiðari Leif Kristoffersen.