– Talið av teimum, sum eru smittað av koronu er stórt í fleiri londum, og tí liggur ov stórt trýst á sjúkrahúsum og intensivdeildum, sigur Tedros Ghebreysus, aðalskrivarin í Heimsheilsustovnurin WHO.
Støðan er serliga ring í londum á norðaru hálvkúlu, sigur hann og mælir soleiðis eisini til, at átøk verða sett í verk umgangandi, soleiðis at fleiri fólk ikki missa lívið óneyðuga.
Fleiri lond í Evropa hava seinastu tíðina herðað tiltøkini og sett strangari átøk í verk aftur fyri at avmarka smittuspjaðingina.
Í Danmark er støðan aftur vorðin trupul, eftir at fleiri eru smittað, og strangari átøk eru aftur sett í verk.
Fríggjadagin varð millum annað kunngjørt, at fólk ikki longur kunnu hittast í bólkum við fleiri enn 10. Skúlar, arbeiðspláss og ítróttarvirksemi fyri ung er undantikið.
Danir skulu nú eisini í masku, tá teir keypa inn ella vitja lista- og bókasøvn. Hetta er í fyrstu syftu galdandi til 2. januar 2021. Heldur ikki er loyvt at selja rúsdrekka í Danmark eftir klokkan 22.
Í Føroyum tykist tamarhald aftur vera á støðuni í løtuni, nú 12 eru smittað, 62 eru í sóttarhaldi og eingin er innlagdur ella deyður.
Vaksandi smittutøl í norðaru hálvkúlu Vaksandi smittutøl í norðaru hálvkúlu
Heimsheilsustovnurin WHO ávarar nú um, at tølini av teimum, sum verða smittað av covid-19 vaksa skjótt
Annika Kunoy Im
25. oktober 2020 kl. 13:01
Mest lisið hesa vikuna
Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?
4. november kl. 23:26
Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum
2. november kl. 23:18
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
3. november kl. 14:11
Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn
2. november kl. 17:48
Signa skrivaði søgu við gullmedalju
4. november kl. 22:29
Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl
3. november kl. 19:57
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Avdúka gátuna á rúnasteininum
6 minuttir síðan
Tíðindi
Fara helst at fella uppskotið um broytingar í fosturtøkulógini
17 minuttir síðan
Tíðindi
Russland avmarkar sølu av bensini og diesel eftir ukrainsk álop
47 minuttir síðan
Tíðindi
Starvsfólk á kjarnorkuverki í Ukraina dripið í dronuálopi
1 tími síðan
Tíðindi
Fosturtøkumálið býtti bæði samgongu og andstøðu
1 tími síðan
Tíðindi
Norðurlendska bókmentavikan fer av bakkastokki í dag
1 tími síðan
Tíðindi
Oktober var heitasti oktober mánaður nakrantíð máldur
2 tímar síðan
Tíðindi
EM-hópurin er úttikin
2 tímar síðan
Tíðindi
Eldur í russiskum oljureinsiverki nærindis Sankta Pætursborg
2 tímar síðan
Tíðindi
Spara 17,5 milliónir: Bíðilistar kunnu gerast longri
3 tímar síðan
Tíðindi
Norðurlandaráðið vil hava ávaringarskipan fyri broytingar í havstreymum
3 tímar síðan
Tíðindi
At ferðast - við krystallnáttini í huga
3 tímar síðan