info
Ongi úrslit

Venjarafelagið: Mikkjal skrivar aftur søgu

Fyrsti føroyski fótbóltsvenjarin sum er keyptur, úr bestu deildini í Norra og til eitt søguligt felag, í bestu deildini í Svøríki

Eirikur Lindenskov
19. juli 2024 kl. 15:21

Mikkjal hevur í fleiri ár víst sínar dygdir á venjaraøkinum. Fyrst í B36 og síðani fleiri ár í KÍ, har hann saman við lokalum kreftum, bygdi felagið upp til at standa seg, fyrst í oddinum í føroysku kappingini og síðani at bjóða av í evropa.
Eitt er at byggja upp, eitt annað er at halda støðið og at byggja víðari, hetta er ein av mongu eginleikunum hjá Mikkjali. Mikkjal er sera nærlagdur, við tí hann ger og setir sær fyri.
Áhaldandi góða venjaraarbeiði og tað at KÍ byrjaði at bjóða evropa av, hevur helst havt sína orsøk til, at Fredrikstad ynskti at fáa føroyska venjaran til felagið í 2023.
Eftir uppflyting til bestu deildina, nevnd eliteserien, fyrsta árið og síðani eitt avbera flott fimta pláss higartil í 2024, hevur vakt ans kring norðurlond og helst aðrastaðni við.
AIK Stokholm ynskti føroyska venjaran og hevur skrivað sáttmála við Mikkjal, og loyst hann úr starvinum hjá Fredrikstad í úrtíð.
Tað sum gleðir Venjarafelag Føroya er, at føroyskur venjarin kann koma upp á tindarnar í útlandinum.
Sjálvandi kemur einki av sær sjálvum, tað krevur hart arbeiði og nógvar tímar á vøllinum, framman fyri skíggjanum, samrøður, fyrireikingar og góða leiðslustýring.
Og hetta eigur at geva áræði og íblástur, til aðrar føroyskar venjarar, sum ætla ella kundu hugsa sær, eina yrkisleið sum venjari uttanlands.
Venjarafelag Føroya ynskir Mikkjali hjartaliga til lukku við sáttmálanum við AIK Stokholm og hansara frálíku yrkisleið sum venjari higartil, til stóran íblástur fyri føroyskar venjarar og føroyskan fótbólt.
Heilsan
Venjarafelag Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

15 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

2 tímar síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

3 tímar síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

3 tímar síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

5 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

6 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

6 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

7 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

7 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

8 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

10 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

10 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

10 tímar síðan