info
Ongi úrslit

Vit gita: Hetta verður liðið móti Kosovo

Manslandsliðið: Nakað bendir á, at Andrias Edmundsson og Noah Mneney byrja inni í morgin

Tróndur Arge
18. november 2022 kl. 22:54

Í morgin spælir føroyska manslandsliðið annan og seinasta dystin á landsliðsferðini. Dysturin verður í Pristina í Kosovo klokkan 17.

Til venjingina vóru ábendingar um liðið. Gunnar Nielsen er ikki við og tí væntast Mattias H. Lamhauge at verða við frá byrjan. Málverjin hjá B36 hevur spælt ein landsdyst. Tað var móti Liktenstein á venjingarleguni í Pinatar í Spania.

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, segði á tíðindafundinum undan venjignini at tað er væl hugsandi, at Bárður á Reynatrøð eisini fær kjansin í málinum. Tað kundi so verið í seinna hálvleiki.

Í verjuni eru ábendingar um, at Andrias Edmundsson fær sínar fyrstu landsliðsminuttir. Er venjingin álítandi, so verður hann væl stuðlaður av Gilla Rólantssyni, Gunnari Vatnhamar og Viljormi Davidsen.

Håkan Ericson ætlar sum skilst at royna seg við eini 4-4-2. Mitt á miðjuni verður annar debutanturin. Tað er Noah Mneney, sum skal manna miðvøllin við René Shaki Joensen, Sølva Vatnhamar í høgru og Meinhardi E. Olsen í vinstru.

Í álopinum er líkt til at Pætur Petersen fær møguleikan frá byrjan, og makkarin verður Parik Johannesen. Upplagdar útskiftingar eru Martin Agnarsson á vinstra bakki, Stefan Radosavljevic á miðjuni og møguliga Jann Benjaminsen á einum av síðunum.

Andrass Johansen hevur vant minni enn hinir á ferðini, tí hann hevur okkurt í lærkrikanum. FM1 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 17.

Vit gita (4-4-2): Mattias H. Lamhauge – Gilli Rólantsson, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Noah Mneney, René Shaki Joensen, Meinhard E. Olsen – Pætur Petersen, Patrik Johannesen

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stroyming: Búskaparráðið leggur fram

11 minuttir síðan
Tíðindi

ÁVARING: Kósin má rættast tí pengar fara at mangla

15 minuttir síðan
Tíðindi

Kunnu geva okkum íblástur og ítøkiliga hjálp

19 minuttir síðan
Tíðindi

Varðin og Sellin høvdu vitjan úr eystursjóvarlondum

37 minuttir síðan
Tíðindi

Skattaprosentið verður óbroytt í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar kanna nýggj­ar møgu­leik­ar á brasilska markn­að­inum

1 tími síðan
Tíðindi

Nú verður spakin settur í til nýggja kirkju á Argjum

1 tími síðan
Bilar

Innflutningurin av akførum vaksin 175 milliónir

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava barnakonur til skanning fyrr

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava Vest­manna­tunn­ilin klár­an at bjóða út í 2027

3 tímar síðan
Hondbóltur

Allan Norðberg vann á Trúgva Hávardssyni

3 tímar síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar fingu klipp fyri at tosa í telefon

3 tímar síðan