Í dag vóru 10 dystir leiktir í Nations League kring Evropa.
Í bólki 3 í deild A hevði Ongland gyltan møguleika at koppa heimsmeistarunum, Spania. Tá 54 minuttir vóru leiktir hevði Harry Kane møguleikan at økja til 3-1. Men brotssparkið rakti yvirleggjarin, og so vaknaði Spania og vendi dystinum, og vann at enda 3-2. Í sama bólki vann Kroatia á útivølli 2-1 á Kekkia.
Kekkia-Kroatia 1-2 (0-0)
0-1 Luka Modric ('47 )
1-1 Adam Karabec ('54 )
1-2 ('77 )
Ongland-Spania 2-3 (2-1)
0-1 Lamine Yamal ('2 )
1-1 Anthony Gordon ('36 )
2-1 Harry Kane ('40 )
2-2 Alex Baena ('60 )
2-3 Mikel Oyarzabal ('74 )
Í bólki 1 í deild B vann Sveis á útivølli greiðan 3-0 sigur á Norðurmakedonia. Í sama bólki slapp Skotland úr Slovenia við málleysum javnleiki.
Slovenia-Skotland 0-0
Norðurmakedonia-Sveis 0-3 (0-2)
0-1 Remo Freuler ('22 )
0-2 Zeki Amdouni ('41 )
0-3 Zeki Amdouni ('74 )
Í bólki 1 í deild C vann Finnland ein knúsand 7-0 stórsigur á San Marino á útivølli. Í sama bólki vann Albania 2-0 á Belarus.
San Marino-Finnland 0-7 (0-3)
0-1 Joel Pohjanpalo ('5 )
0-2 Adrian Svanback ('14 )
0-3 Benjamin Kallman ('33 )
0-4 Leo Walta ('50 )
0-5 Leo Walta ('55 )
0-6 Joel Pohjanpalo ('79 )
0-7 Joel Pohjanpalo, br. ('88 )
Albania-Belarus 2-0 (2-0)
1-0 Kristjan Asllani, br. ('34 )
2-0 Ernest Muci ('45 )
Í bólki 4 í deild C var tað eitt stórt vónbrot fyri íslendingar, at teir á heimavølli bert megnaðu javnleik 1-1 móti Estlandi. Í sama bólki vann Luksemborg á útivølli ein góðan 2-1 sigur á Bulgaria.
Ísland-Estland 1-1 (1-0)
1-0 Andri Lucas Guðjohnsen ('45 )
1-1 Maksim Paskotsi ('64 )
Bulgaria-Luksemborg 1-2 (1-1)
1-0 Asen Chandarov ('18 )
1-1 Leandro Barreiro ('37 )
1-2 Vincent Thill ('65 )
Og í okkara bólki 3 í deild C endaði tað við 1-1 javnleiki millum Føroyar og Kasakstan, meðan Slovakia vann ein greiðan 2-0 sigur á Moldova á heimavølli.
Slovakia-Moldova 2-0 (2-0)
1-0 Ivan Schranz ('32 )
2-0 Ondrej Duda, br. ('40 )
Føroyar-Kasakstan 1-1 (1-1)
1-0 Áki D. Samuelsen ('14 )
1-1 Temirlan Erlanov ('26 )