Seks fólk eru funnin deyð, eftir at ein spreinging fríggjamorgunin fekk ein bygning at rapa í søguliga býarpartinum Plaka í Athen.
Tað skrivar grikska tíðindastovan ANA sambært AFP.
Millum tey deyðu eru fýra amerikansk ferðafólk og ein bretskur maður og ein griksk kvinna, sum búðu í bygninginum.
Borgarstjórin í Athen, Haris Doukas, sigur, at hildið verður, at ein gasleki var orsøkin til spreingingina.
Amerikansku ferðafólkini búðu í einari leiguíbúð á fyrstu hædd. Tey vóru í ferð við at gera seg til reiðar at fara á flogvøllin og ferðast heim til USA, tá spreingingin hendi.
Bygningurin stendur í einari lítlari gøtu nærindis Akropolis.
– Skaðarnir fevna um alla gøtuna og eisini gøtuna aftan fyri bygningin, sigur Haris Doukas.
Hann lýsir hendingina sum eina ræðuliga vanlukku.
Fleiri bygningar nærindis eru eisini ótryggir, sigur borgarstjórin. Teir skulu kannast fyri at staðfesta, um teir kunnu verða standandi, ella um neyðugt verður at taka teir niður.
Ein serligur kanningarbólkur arbeiðir leygardagin framvegis á staðnum við at finna orsøkina til spreingingina.
Longu fyri einum ári síðani ávaraðu íbúgvar í Plaka býráðið og veitingarfeløg um vandan fyri gasleka. Tað sæst í einum brævi frá einum íbúgvarafelag, sum er almannakunngjørt í einari grikskari avís.
Íbúgvarnir mæltu tá til at skipa fyri einari sløkki- og bjargingarvenjing, sum kundi avdúka møguligar veikleikar í tilbúgvingini í býarpartinum.
Plaka er eitt av best umtóktu ferðafólkaøkjunum í Athen. Akropolis, sum liggur nærindis, hevði 4,6 milliónir vitjandi í fjør.
Kelda: Ritzau