Fyrr í kvøld endaði dysturin millum Føroyar og Kasakstan í bólki 3 í Nations League deild C við javnleiki 1-1.
Nú er greitt, at bólkafavoritturin, Slovakia hevur lagt seg á odda í bólkinum.
Á heimavølli í Prešov vann Slovakia ein fult uppibornan 2-0 sigur á Moldova, ið okkara møta á útivølli týsdagin klokkan 17.
Ivan Schranz og Ondrej Duda upp á brotsspark skoraðu málini hjá Slovakia í fyrra hálvleiki av dystinum.
Slovakia hevði bóltin 68 prosent av tíðini, og teir høvdu væl fleiri málmøguleikar enn útiliðið.
Aftaná fyrsta umfarið er Slovakia fremst við trimum stigum. Føroyar og Kasakstan hava eitt stig hvør, meðan Moldova er aftast við ongum stigi.
Týskvøldið klokkan 19.45 hevur Slovakia dyst á heimavølli móti Kasakstan í Košice. Eftir tað fara teir at ferðast til Føroya.