Fridrikka Clementsen og liðfelagarnir í ÍBV høvdu fyrr í dag torføran dyst á Hásteinsvøllinum í Heimey.
Á vitjan var oddaliðið, Breiðablik. Fridrikka var á vøllinum í 79 minuttir í dag.
Sjey minuttir undan steðginum fekk Allison Patricia Clark ÍBV á sigurskós, men við tveimum í seinna hálvleiki vendi Breiðablik dystinum, og vann 2-1.
ÍBV-Breiðablik 1-2 (1-0)
1-0 Allison Patricia Clark ('38 )
1-1 Agla María Albertsdóttir, br. ('69 )
1-2 Bryndís Arna Níelsdóttir ('79 )
ÍBV er triðfremst í deildini við 30 stigum, og hava tær ein góðan møguleika at tryggja sær bronsuheiðursmerkini. Stríðið um meistaraheitið stendur millum Breiðablik og FH, ið hava ávikavist 43 og 40 stig.
Sunnudagin 4. oktober klokkan 15 hevur ÍBV dyst á útivølli móti FH.