info
Ongi úrslit
© Álvur Haraldsen
Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýri vil hava landsstýrið at taka upp samráðingar við Ísland um javnari marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur. Uppskotið varð lagt fyri Løgtingið 24. september.

Vil hava somu atgongd fyri føroyskar vørur í Íslandi

Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýri hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa javnari marknaðaratgongd millum Føroyar og Ísland. Hann vísir á, at íslendskar vørur hava nærum óavmarkaða atgongd til føroyska marknaðin, meðan føroyskir framleiðarar framvegis møta forðingum í Íslandi.

Eirikur Lindenskov
26. september 2026 kl. 22:45

Løgtingið verður biðið um at heita á landsstýrið um at taka málið upp við íslendsku stjórnina.

Endamálið er, at føroyskt framleiddar vørur skulu fáa somu fríu atgongd til íslendska marknaðin, sum íslendskar vørur hava til føroyska marknaðin, og at leggja eina frágreiðing um málið fyri Løgtingið.

Tað stendur í uppskoti til samtyktar, sum Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýri hevur lagt fram.

Í viðmerkingunum verður víst á Hoyvíkssáttmálan millum Føroyar og Ísland, sum varð undirskrivaður 31. august 2005. Endamálið við sáttmálanum er at skapa eitt felags búskaparpøki millum londini og beina burtur forðingar fyri handli, tænastum, kapitali og arbeiðsmegi. Sjálvur sáttmálin ásetur, at mismunur vegna tjóðskap, virkisstað ella vøruuppruna ikki skal gerast innan økið, sum sáttmálin fevnir um.

Sámal Petur í Grund heldur kortini, at hetta ikki er veruleikin í dag.

Í uppskotinum verður sagt, at meðan íslendskar vørur hava havt nærum óavmarkaða atgongd til føroyska marknaðin, hava føroyskir framleiðarar í stóran mun verið noyddir at fáa sínar vørur inn á íslendska marknaðin við serligum loyvum og umsóknum.

Hann vísir eisini á, at føroyskar fyritøkur í fleiri ár hava brúkt bæði tíð og pening upp á at loysa slíkar trupulleikar.

Spurningurin um føroyska atgongd til íslendska marknaðin er ikki nýggjur. Longu eftir at Hoyvíkssáttmálin kom í gildi vóru trupulleikar umrøddir, eitt nú við atgongd hjá føroyskum bryggjaríum til íslendska marknaðin. Í einum løgfrøðiligum notati frá 2006 varð víst á, at føroyskir framleiðarar máttu lúka serligar treytir fyri at sleppa inn í íslendsku einkarsøluna.

Eisini í 2011 varð málið tikið upp politiskt. Tá varð spurt, hvønn týdning Hoyvíkssáttmálin hevði havt fyri føroyskt vinnulív, og landsstýrið svaraði millum annað, at sáttmálin hevði givið føroyskum vørum og tænastum betri møguleikar á íslendska marknaðinum, men at ávísar forðingar framvegis høvdu verið.

Í nýggja uppskotinum verður sagt, at um ójavnvágin ikki verður rættað, eigur at verða kannað, um Hoyvíkssáttmálin skal broytast ella takast upp til nýggja viðgerð.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

21. september kl. 15:12

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Fridrikka og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum

16 minuttir síðan
Tíðindi

Fyrrverandi forsætisráðharri drápshóttur á opnari gøtu

28 minuttir síðan
Tíðindi

Nations League: Spania koppaði Onglandi á Wembley

51 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia vann greiðan heimasigur í okkara bólki

1 tími síðan
Tíðindi

Seks fólk deyð eftir spreinging í Athen

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: VAR kolldømdi sigursmálið hjá THW Kiel

1 tími síðan
Tíðindi

Vil slóða fyri MobilePay og Vipps í Føroyum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: 16 mál hjá Victor K. Thomadsen rukku ikki hjá KÍF

2 tímar síðan
Fótbóltur

Mattias er nummar 200 í røðini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir-Føroyar-Kasakstan

3 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyingar harmast um misnýttu møguleikarnar

4 tímar síðan
Hondbóltur

Aarhus vann - Stoholm og Køge taptu

4 tímar síðan