Svenska Aftonbladet veit at siga, at fyrrverandi svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, er vorðin drápshóttur á opnari gøtu í Varberg.
Sambært ávísini steðgaði ein bilur við fleiri ókendum persónum á gøtuni nær við fyrrverandi forsætisráðharran.
Aftonbladet skrivar, at persónarnir í bilinum komu við drápshóttanum ímót Stefan Löfven.
Eftir hendingina setti svenska løgreglan eitt stórt átak í verk.
Løgreglan upplýsir yvirfyri Aftonbladet, at eingin er handtikin í málinum.
Løgreglan váttar, at hendingin fór fram uttanfyri eina matstovu.
Sjálvur vil fyrrverandi forsætisráðharrin sambært Aftonbladet ikki gera viðmerkingar til hendingina.
Stefan Löfven var forsætisráðharri í Svøríki árini 2014 til 2021.