Eitt ógvusligt illveður er áveg móti Portugal.
Tað er ódnin Charles, sum væntandi rakar landið seinnapartin í dag og í kvøld, og í hesum sambandi eru teir umleið 8000 skúlarnir í landinum stongdir.
Sagt verður, at í meginpartinum av landinum lata eisini handlarnir aftur.
Oyggin Madeira varð hart rakt í gjár við hvirlum uppí orkanstyrki.
Portugisiska kringvarpið RTP veit at siga, at tómir bussar koyra í høvuðsstaðnum, Lissabon, og her eru eisini onkrar gøtur stongdar, tí tað er so nógv vatn.
Ein hópur av flogførum eru avlýst.
Landsins stjóri sigur, at Portugal skal vera betri fyrireikað hesaferð, enn tá ódnin Kristin rakti landið í januar.
Illveðrið í januar førdi til nógvar atfinningar móti stjórn landsins og forsætisráðharranum, Luís Montenegro.