Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sum í hesum døgum er á ST-aðalfundi í New York, sigur, at í minsta lagi tvey fólk eru dripin í russiskum loftálopum á Kyiv.
Tíðindafólk hjá AFP, sum eru í Kyiv, siga frá hørðum spreingingum í ukrainska høvuðsstaðnum í nátt.
Ukrainsku myndugleikarnir sendu út ávaringum um loftálop, tí ballitiskar rakettir vóru á veg móti býnum og økinum kring býin.
Fyrr í nátt visti borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, at siga, at eitt fólk hevði latið lív, og tvey vóru særd. Sagt verður, at tey særdu í russisku álopunum eru læknar.