info
Ongi úrslit
ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, ES nevndarforkvinna, Bárður á Steig Nielsen, uttanríkisráðharri, og kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney

Landsstýrismaðurin luttekur á ST-aðalfundi í New York

Hesa vikuna luttekur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, á 81. aðalfundi hjá Sameindu tjóðum í New York.

Eirikur Lindenskov
24. september 2026 kl. 07:42

Á fundinum hittast leiðarar og umboð fyri lond úr øllum heiminum at viðgera altjóða avbjóðingar og finna felags loysnir.

Í sambandi við ferðina hevur landsstýrismaðurin havt fleiri fundir við altjóða samstarvspartar. Hann hitti m.a. brasilska uttanríkisráðharran, Mauro Vieira. Fundurin var eitt framhald av vitjanini í Brasil í síðstu viku, og høvi var m.a. at takka fyri góðu móttøkuna og umrøða næstu stigini í arbeiðinum móti einum møguligum fríhandilssáttmála millum Føroyar og Brasil.

Eisini hitti landsstýrismaðurin íslendska uttanríkisráðharran, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, fyri at umrøða ES-fólkaatkvøðuna og samstarvið millum Føroyar og Ísland. Umframt Gilmar Pisas, forsætisráðharra í Curaçao, á fyrsta sínámillum fundinum millum Føroyar og Curaçao. Har umrøddu teir samstarvsmøguleikar og mál av felags áhuga, m.a. royndir við WTO og IOC.

Í dag luttók landsstýrismaðurin á stovnandi fundinum hjá OceanEye International Alliance for the Global Ocean Observing System (GOOS). Endamálið við samstarvinum er at savna lond og aðrar samstarvspartar fyri at tryggja og styrkja altjóða havmátingar og dátudeiling. Landsstýrismaðurin legði vegna Føroyar fram føroyska íkastið til OceanEye-samstarvið í eini røðu. ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, og kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, vóru vertir fyri tiltakinum, og landsstýrismaðurin fekk høvi at hitta tey til eitt stutt prát. Á skránni var eisini luttøka á fundi í ST-Trygdarráðnum, har støðan í Ukraina var á skrá í dag. 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Klassisk bók gjørd til film

22 minuttir síðan
Tíðindi

Í minsta lagi tvey dripin í loftálopum á Kyiv

38 minuttir síðan
Fótbóltur

Jóhanna aftur á vøllinum eftir at hava verið úti í eitt ár

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Sama ríkið. Ójavnt ræði

6 tímar síðan
Tíðindi

Í »bíðibygdini« bíða tey enn eftir at sleppa heim

6 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj í ST: - Vit velja ikki at doyggja

9 tímar síðan
Tíðindi

AI-stjórar ávara ST um váðan við vitlíki

9 tímar síðan
Tíðindi

Hava aftur leitað í dag - uttan úrslit

10 tímar síðan
Hondbóltur

Sasja er í gongd aftur í bestu sveisisku hondbóltsdeildini

10 tímar síðan
Tíðindi

Grønlandski lands­stýr­is­for­mað­ur­in: Av­tal­an stað­fest­ir sjálvs­av­gerð­ar­rættin

10 tímar síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir í HØJ máttu lúta fyri Aalborg

11 tímar síðan
Tíðindi

Pensjón, fost­ur­tøka og kopp­set­ing­ar á skránni í Løg­tinginum

11 tímar síðan