info
Ongi úrslit

Einasta norðurland uttan viðgerðartilboð fyri barnsburðartunglyndi?

Sólrun Foldbo
8. oktober 2026 kl. 04:02

Tað er sera harmiligt og eitt stórt afturstig, at viðgerðartilboðið til kvinnur við barnsburðartunglyndi í Føroyum verður niðurlagt, samstundis sum londini rundan um okkum styrkja síni tilboð til familjur í somu støðu. Við ætlaðu sparingunum eru vit einasta norðurland uttan tilboð fyri barnsburðartunglyndi.

Barnsburðartunglyndi rakar ikki bara mammuna ella pápan. Gransking vísir, at tað ávirkar alla familjuna og serliga sambandið millum foreldur og barn í einum av týdningarmestu tíðarskeiðunum í lívinum hjá barninum. Tí krevur barnsburðartunglyndi serliga vitan og viðgerð, sum tekur støði í allari familjuni og ikki bara í einstaka persóninum.

Síðani 2012 hava føroyskir heilsufrøðingar screenað nýklaktar mammur fyri barnsburðartunglyndi. At avdúka trupulleikar tíðliga, er ein styrki, men uttan eitt serligt viðgerðartilboð er vandi fyri, at nógv foreldur ikki fáa ta hjálp, teimum tørvar, tá tey eru mest sárbær.

Tað verða umleið 600 børn fødd í Føroyum árliga. Føroysk tøl vísa, at umleið 18% av kvinnum hava tekin um barnsburðartunglyndi í viðgongutíðini og umleið 11% eftir føðing. Hesi hava tørv á serfakligum innsatsi. Tað merkir, at eitt stórt tal av føroyskum familjum hevur tørv á serligum stuðli og viðgerð hvørt ár.

Landsstýriskvinnan sigur, at hesar mammurnar kunnu ávísast til Psykiatriska depilin, men meginparturin hoyrir ikki heima í hospitalspsykiatri.  Psykiatriski depilin hevur eisini langar bíðirøðir til at sleppa framat viðgerð, og tað er ikki nóg gott fyri eina pinkubarnafamilju at koma í eina bíðrøð fyri at fáa viðgerð. Tað kann samanberast við at ein, sum hevur brotið beinið, skal bíða 2 mánaðir (ella meira) eftir at fáa viðgerð.

At seta tíðliga inn við røttu hjálpini er ikki bara ein íløga í foreldrini. Tað er eisini ein íløga í trivnað, menning og framtíð hjá føroyskum børnum. Tí er avgerandi, at Føroyar varðveita og víðarimenna eitt dygdargott tilboð til familjur, ið verða raktar av barnsburðartunglyndi.

Tað eigur ikki at vera ein spurningur, um vit hava ráð at varðveita eitt slíkt tilboð. Spurningurin er, um vit hava ráð at lata vera.

 

Sólrun Foldbo, fakligur stjóri
Gigni

 

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Liðið hjá Sasja spældi seg víðari í steypakappingini

9 minuttir síðan
Tíðindi

Maður av­rætt­að­ur eina viku eftir mis­eydnaða av­rætting

2 tímar síðan
Tíðindi

Virginie Surdej filmar í Tangier

7 tímar síðan
Tíðindi

Garðafest á Gørðunum í Vági 17. oktober

8 tímar síðan
Hondbóltur

Jana skoraði og legði upp til 10 mál

9 tímar síðan
Tíðindi

43.500 akfør eru nú skrásett í Føroyum

9 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann annan dystin á rað í Champions League

9 tímar síðan
Tíðindi

Vágs skúli karmur um stórt stuðulstiltak

10 tímar síðan
Tíðindi

– Eysturoyartunnilin er ov dýr­ur: Prís­ur­in eig­ur mun­andi niður

10 tímar síðan
Tíðindi

Bátastevnan í Vestmanna letur 600.000 krónur til ítróttin

11 tímar síðan
Bilar

Nærum áttandi hvør persónbilur er elbilur

12 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsti felags toppfundur hjá Føroyum, Íslandi og Grønlandi

12 tímar síðan