Ein 46 ára gamal amerikanskur maður varð í gjár avrættaður við eini deyðiligari innspræning í amerikanska statinum Texas.
Hann varð dømdur til deyða fyri at hava dripið eitt handilsstarvsfólk undir einum ráni í 2000.
Hetta er fyrsta avrættingin í USA síðan miseydnaðu royndina í síðstu viku at avrætta Christa Pike í statinum Tennessee.
Verjarnir hjá manninum høvdu roynt at fáa avrættingina útsetta við støði í tí, sum hendi við Pike.
Christa Pike fekk mikudagin í síðstu viku tvær innspræningar við pentobarbital, sum skuldu taka lívið av henni. Men hon yvirlivdi.
Eftir at hon hevði ligið í respiratori á einum sjúkrahúsi, upplýstu verjarnir týsdagin, at hon var komin til vit og kundi tosa.
Hon er framvegis leinkjað at sjúkrahússongini og illa fyri.
– Hon kann ikki røra nakran av ørmunum. Bæði armar og hendur eru ógvuliga hovin, og vit vita ikki, um hon aftur fer at kunna brúka armarnar, sigur Randy Spivey, ein av verjum hennara.
Hann heldur, at deyðadómurin eigur at verða broyttur til lívslangt fongsul.
Fyrstu ferð ein fangi yvirlivir
Felagsskapurin Death Penalty Information Center upplýsir, at hetta er fyrstu ferð, at ein fangi hevur yvirlivað eina deyðiliga innspræning undir eini avrætting í USA.
Christa Pike, sum nú er 50 ára gomul, varð dømd til deyða fyri sum 18 ára gomul at hava dripið eina 19 ára gamla kvinnu saman við sjeiki sínum.
Hon hevði verið fyrsta kvinnan, sum varð avrættað í Tennessee í meira enn 200 ár, upplýsir felagsskapurin.
Higartil í ár eru 29 avrættingar framdar í USA. Allar eru framdar við deyðiligum innspræningum.
Deyðarevsing er avtikin í 23 av teimum 50 amerikansku statunum.
Herurin skal avrætta major
Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, upplýsti mánadagin, at forsetin, Donald Trump, hevur góðkent avrættingina av einum amerikanskum majori.
Hann skeyt og drap í 2009 trettan fólk á herstøðini Fort Hood í USA.
Avrættingin skal fremjast við skjóting 3. desember. Hon verður tann fyrsta, sum amerikanski herurin fremur síðan 1961.
Ritzau/AFP