info
Ongi úrslit

Elias og hinir í THW Kiel fáa norskan høvuðsvenjara

Talan er um fyrrverandi leikara hjá THW Kiel

Heri Simonsen
24. juni 2026 kl. 09:50

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagar hansara í THW Kiel fáa norskan høvuðsvenjara. Talan er um ein fyrrverandi leikara hjá Kiel.

Børge Lund tekur við krevjandi starvinum í hondbóltsøra býnum í norðasta partinum av Týsklandi. Børge Lund hevur seinastu seks árini verið høvuðsvenjari hjá norska stórliðnum, Elverum.

Norðmaðurin hevur gjørt sáttmála við THW Kiel fram til 28. juni í 2028. Hann byrjar í starvinum 1. juli, og verður sostatt at síggja við Tjarnir, tá THW Kiel skal spæla móti GOG, Vali og H71 í Wenzel Nordic Cup, ið verður leikt 13. til 16. august. 

Børge Lund hevur eisini gjøgnum fleiri ár verið hjálparvenjari hjá norska manslandsliðnum. Sjálvur spældi hann 216 landsdystir og skoraði 390 mál. Við Noregi vann hann tvær HM-silvur. 

Sum leikari royndi hann seg í týskum hondbólti, árini 2006-2013. Hann spældi við HSG Nordhorn, THW Kiel, Rhein-Neckar Löwen og Füchse Berlin, og kennir tí heimsins bestu hondbóltsligu væl. 

Við heimasíðu felagsins sigur Børge Lund: - Tað kennist næstan sum at koma heim. Árini í Kiel vóru hæddarpunktini í míni tíð sum virkin hondbóltsleikari. THW Kiel var og er fyri mær heimsins størsta hondbóltsfelag. 

Við THW Kiel vann Børge Lund trý meistaraheiti, tvær steypakappingar, og á einum sinni Champions League. Hann spældi við Kiel, árini 2007 til 2010. 

Stjórin í THW Kiel, Viktor Szilagyi sigur við heimasíðu felagsins, at Børge Lund er tann rætti maðurin til eitt nýtt tíðarskeið, har eitt nýtt sterkt lið skal byggjast upp. 

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir hevur skotið 76 mál í 10 dystum

2 tímar síðan
Tíðindi

Íleggjarar lofta aftur Frihedsbrevet

3 tímar síðan
Hondbóltur

Sætta tapið á rað hjá Bergsøy

3 tímar síðan
Hondbóltur

GOG var fyri fyrsta tapinum - Skanderborg Aarhus vann

3 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu

4 tímar síðan
Tíðindi

Danmark vil senda russ­ar til út­ferðar­mið­støð í Ruanda

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Samuel tryggjaði Ried sigurin í yvirtíðini

5 tímar síðan
Tíðindi

Norsk fiskamóttøka á húsagang eftir løgregluátak

5 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Advokaturin í barnagarðinum

6 tímar síðan
Tíðindi

Demokratarnir fáa størsta meirilutan í 34 ár

6 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag í dansifrøi

7 tímar síðan
Tíðindi

Burn: Kyndil og Team Klaksvík vunnu greiðar sigrar

8 tímar síðan