Elizabeth drotning er deyð – 96 ára gomulElizabeth drotning er deyð – 96 ára gomul
Bretska kongshúsið váttar, at Elizabeth drotning er deyð. Boðað varð frá fyrr í dag, at hon var sjúk.
Eirikur Lindenskov
8. september 2022 kl. 18:42
Bretska Elizabeth drotning er deyð – 96 ára gomul.
Tað upplýsir bretska kongshúsið í fráboðan í kvøld.
Tað var fyrr í dag boðað frá, at drotningin var sjúk og undir læknaeftirliti.
Sutt eftir kom øll familjan í skundi til Balmoral, har hon var seinastu tímar sínar.
Hon var bretsk drotning í 70 ár.
/ritzau/Reuters