info
Ongi úrslit

Framskák keypt Teldutænastuna

Framskák er ein fyritøka, sum við loysnum innan fundartøkni og kunningarskipanir hjálpir fyritøkum í sínum samskifti og dagliga virksemi. Nú hava tey keypt Teldutænastuna.

Eirikur Lindenskov
17. mai 2022 kl. 11:44

– Meðan Framskák og Teldutænastan báðar fáast við tøkni, so er tað ymiskt, hvar denturin hevur verið lagdur, skrivar Framskák í tíðindaskrivi:

– Meðan Teldutænastan hevur fingist við teldutænastur, kopi og prent og KT-support, so hevur Framskák lagt fullan dent á fundartøkni, kunningarskipanir og -skíggjar. Við hesum styrkir Framskák sostatt um toymið, men eisini um tænasturnar. 
– Hetta snýr seg um at gagnnýta hvønnannan. Við at leggja saman kunnu vit økja um samlaða virksemið, sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri, sum setti Framskák á stovn í 2013. 
Síðani tá hevur tað gingið við rúkandi ferð hjá Framskák. Við meira enn 300 fundarhølisloysnum, 400 kunningarskíggjaloysnum og 20 starvsfólkum í tali, er tað einki at siga til, at tørvurin á slíkari tøkni og tænastu talar fyri seg.
– Hetta er eitt natúrligt stig í menningini hjá Framskák, leggur stjórin afturat.
Teldutænastan fer ongan veg, men heldur fram á Smyrilsvegi sum vant. Tað er bara tann vinnuligi parturin hjá Teldutænastuni, sum legst aftur at Framskák.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

17 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

20 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

Í gjár kl. 07:37

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

19 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggjur sparkivøllur við Tvøroyrar skúla

19 minuttir síðan
Hondbóltur

Inga Maria skoraði og legði upp til 12 mál

1 tími síðan
Tíðindi

Tvey samdøgur á kjølinum á einari jollu

6 tímar síðan
Tíðindi

Putin ávarar um evropeiskar herdeildir í Ukraina

7 tímar síðan
Tíðindi

87 mál vóru skotin í føroyingauppgerðini millum Val og Fram

7 tímar síðan
Fótbóltur

Tvey føroyingalið leiktu javnt 0-0 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

8 tímar síðan
Tíðindi

Nanortalik atkvøður um at gerast sjálvstøðug kommuna aftur

8 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina fremur álop víða um í Russlandi

8 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: SV Ried megnaði javnleik móti Red Bull Salzburg

8 tímar síðan
Hondbóltur

Maria vann á sínum gomlu liðfeløgum

9 tímar síðan
Tíðindi

Snyrilsmálið noyðir Danmark at hyggja at sær sjálvum í speglinum

9 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian og liðfelagarnir taptu í Parkini

9 tímar síðan