info
Ongi úrslit

Hey øll somul

Eg eiti Elin Heðinsdóttir Joensen – og eg stilli upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.

Elin Heðinsdóttir Joensen
17. september 2024 kl. 10:20

Eg eri fødd og uppvaksin í Havn – og her havi eg búð alt mítt lív. 
Tá ið eg vaks upp, var eg virkin í flest øllum tilboðum, sum vóru til børn og ung. Eitt nú ítrótti, skótum og sunnudagsskúla. 
Hesi tilboð hava stóran týdning, og eg vil áhaldandi virka fyri at tryggja og stuðla hesum tilboðum, so at øll fáa møguleika at taka lut.
Í mínum vaksna lívi havi eg verið virkin í nógvum ymsum nevndar- og felagsarbeiði. Eg eri von at samstarva við nógv fólk, eisini fólk við øðrvísi hugsanum enn eg, fyri at finna loysnir og taka avgerðir. Eg havi eisini verið við til at taka stórar avgerðir og ræðist ikki at taka ábyrgd. 
Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri politikki og samfelagsvirðurskiftum – og eg vil finna skilagóðar loysnir, sum gera tað enn betri at búgva í Tórshavnar kommunu. 

Míni hjartamál eru: 
* Børn og ung: barnaøkið, forskúlaøkið, ung í arbeiði, frítíðarkort, ítróttur og sjálvboðið arbeiði
* Eldraøkið: venjingartilboð, ítrív og felagsskapur og fleiri avlastingarpláss og føst røktarpláss
* Umhvørvið: Skilja burturkast, betri endurnýtlsuskipanir, gøtur og grøn øki, ferðsla og kloakkviðurskifti
* Bústaðarmøguleikar: íbúðarmøguleikar til ung, barnafamiljur og eldri

Komandi tíðina fari eg at leggja ymiskt út, sum eg vil virka fyri á omanfyrinevndu økjum, um eg verði vald.
Tú ert vælkomin at fylgja mær, seta mær spurningar og senda mær viðmerkingar um slíkt, sum tú hevði viljað bleiv gjørt í Tórshavnar kommunu. 

Tí Tórshavnar kommuna skal vera fyri øll, og her skulu vit øll trívast!
Alt tað besta

Elin Heðinsdóttir Joensen, Valevni fyri Javnaðarflokkin
 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kensluborið at siga farvæl eftir hálva øld

5 minuttir síðan
Hondbóltur

Triðja tapið á rað hjá TTH Holstebro

25 minuttir síðan
Tíðindi

Greinari: Trump hevur valt at stuðla Putin

55 minuttir síðan
Tíðindi

Russisk álop tóku streymin frá meira enn einari millión fólkum

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Vejle vann á útivølli í Aalborg

1 tími síðan
Fótbóltur

Teitur er aftur í HB málinum

1 tími síðan
Tíðindi

Vil seta inntøkumark í fiskavirkisskipanini

1 tími síðan
Tíðindi

Pávin út­skriv­að­ur eft­ir skurð­við­gerð fyri lungna­krabba

2 tímar síðan
Hondbóltur

Maria vann á Rakul í bestu donsku hondbóltsdeildini

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønt skógarbelti verjir stórt vatngoymsluøki

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Bjartalíð og liðfelagarnir eru enn í stórum niðurflytingarvanda

3 tímar síðan
Tíðindi

Akranes hand­að Smyril Line – Skipa­nes fram­vegis und­ir umvæling

4 tímar síðan