info
Ongi úrslit

Ivasamt, um landsstýriskvinnan hevur heimild

...at seta forðing fyri skjóttgangandi bátum

Árni Skaale
29. august 2024 kl. 15:12

Landsstýriskvinnan hevur eitt uppskot til kunngerð í hoyring, sum forðar øllum skjóttgangandi bátum, sum sigla 500 metrar úr landi. Eg haldi, at tað er ivasamt, um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur heimild til hetta. Orsøkin er, at kunngerðin er grundað á eini lóg, sum hevði eitt heilt annað høvuðsendamál.

Í løtuni er ein kunngerð til hoyringar, sum snýr seg um at víðka friðinginga fyri skóttgangandi bátar frá ramsarøkjunum (sum er Mykines, Skúvoy og Nólsoy) til at fevna um allar Føroyar.

Talan er um bátar, sum eru út til 500 metrar úr landi. Eitt víðfevnt átak, har tað er ivasamt, um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, yvirhøvur hevur heimild at gera hesa kunngerð.

Orsøkin til, at tað møguliga ikki er heimild til tað, er, at lógin, sum kunngerðin er grundað á, er §20 í “Løgtingslóg um verju av havumhvørvinum”. Ein lóg, sum varð gjørd í sambandi við, um nú ein møgulig oljuútvinning á føroyskum øki fór at taka seg upp. Tað var høvuðsendamálið – og snúði hon seg ikki um skjóttgangandi bátar.

Tá hendan lógin var fyri í Tinginum í 2005, hoyrdist í viðgerðini av málinum, at tað mestum bara varð tosað og viðgjørt um ávirkanir frá eini komandi oljuvinnu.

Síðani tá er ásetingin blivið tambað meira og meira út – og er farin at snúgva seg um ymiskt annað, sum upprunaliga ikki var høvuðsendamálið.

Í 2017 varð heimildin brúkt at avmarka siglingina kring Mykines, Skúvoy og Nósloy – tey sokallaðu ramsarøkini. Tá varð avmarkað, hvussu skjótt bátar skulu kundu sigla, sum eru nærri enn 500 metrar úr landi.

Nú verður áetingin enn meira tambað. Tí brádliga gerst hon ein heimild sum loyvir landsstýriskvinnuni at lýsa hesa friðingina fyri ALLAR Føroyar.

 

Fleiri ivamál eru - og tískil hevur undirritaði sett landsstýriskvinnuni hesar spurningar:

Er kunngerðin grundað á røttu lógarheimildina?
Hvat er sum heild fuglafrøðiliga/vísundaliga grundarlagið fyri átøkunum í kunngerðini?
Er tað einans ferð - og ikki onnur viðurskifti og umstøður – s.s. nøgdin  av bátum, sum ger seg inn á fuglalívið?
Hvørja ávirkan hava so víðfevndar friðingar fyri tey, sum hava vinnuligt virksemi við ferðafólkum?
Ætlar landsstýriskvinnan at leggja so víttfevnandi friðingar fyri Løgtingið, áðrenn tær verða settar í verk.
Eftir mínum tykki eigur landsstýriskvinnan at koma í Tingið við hesum málinum, soleiðis at hetta verður viðgjørt og lýst. Eingin ivi eigur at vera um heimild og rættleikan í tí, sum verður sett í verk.

 

Árni Skaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

Í gjár kl. 12:21

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

Í gjár kl. 11:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Harðar spreingingar eru aftur í Saudi Arabia

7 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hvussu skulu vit fáa lívið at hanga saman, tá ið lønin ikki røkkur?

29 minuttir síðan
Tíðindi

Kjarnan í Heyst­fagn­aði­num er tann sama hvørt ár

33 minuttir síðan
Hondbóltur

European Cup: mótstøðuliðini hjá H71, VÍF og Neistanum eru funnin

1 tími síðan
Tíðindi

Eitt sindur av hvørjum

1 tími síðan
Tíðindi

Máldur at koyra 133 km um tíman

1 tími síðan
Tíðindi

Oyðilegði tríggjar ølkranar í Glitnir

2 tímar síðan
Tíðindi

Tikin á flog­vølli­num við fleiri kilo av hassji

3 tímar síðan
Tíðindi

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir í hálvt ár

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Hevur USA rurað Evropa í svøvn?

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Bjarna skjóta góð mál móti Tatabanya (European League)

5 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj hittir Burnham í London mikudagin

9 tímar síðan