info
Ongi úrslit

Kurt Westergaard deyður 86 ára gamal

Keiputeknarin, sum elvdi til størstu uttanríkispolitisku kreppu Danmarkar, Kurt Westergaard, doyði stillisliga eftir longri sjúkralegu.

Eirikur Lindenskov
18. juli 2021 kl. 19:48

Danski keiputeknarin Kurt Westergaard er deyður. Tað upplýsir familja hansara fyri Berlingske.

Hann gjørdist 86 ára gamal. Hann sovnaði stillisliga eftir longri sjúkralegu.

Eftirhann sita kona, fimm børn teirra, tíggju abbabørn og eitt langabbabarn, skrivar Berlingske.

Í fleiri ár mátti Kurt Westergaard liva við lívverjum, eftri at tekning hansara av Muhammed í 2005 varð prentað í danska blaðnum Jyllands-Posten.

Tekningarnar førdu til Muhammedkreppuna, sum er ein av teimum álvarsligastu uttanríkispolitisku kreppum, sum Danmark hevur verið í.

Kurt Westergaard varð føddur í 1935 í Døstrup í Suðurjyllandi.

Í 1958 varð hann útbúgvin lærari á Ranum Seminarium. Árini eftir virkaði hann sum týsktlærari á Grindsted Kost- og Realskole. Hann gjørdist eisini skúlastjóri á einum spesialskúla á Djurslandi.

Hann hevði tó altíð teknað, og í 1983 varð hann settur í starv sum keiputeknari á Jyllands-Posten.

Kurt Westergaard var lutvíst ókendur millum manna fram til 2005, tá Muhammedstekningarnar vórðu prentaðar.

Umframt at skapa uttanríkispolitiska kreppu, gjørdu Muhammedtekningarnar Kurt Westergaard til eitt mál fyri víðgongdar islamistar. Tað er komið fram, at ein samsýning upp á fleiri milliónir varð sett til tann, sum megnaði at drepa hann.

Í 2012 leyp ein somalskur maður á hann í heimi hansara við eini øks. Tað eydnaðist tó Kurt Westergaard at sleppa við skrekkinum við at læsa seg inni á vesinum.

Eftir drápsroyndina kom hann undir skerpað eftirlit hjá PET.

Í 2012 segði hann við BT, at hann skuldi geva PET boð um hvørjar ferð, hann skuldi av húsum, men hann hevði gjørt av, at hann fór at lata PET um at hava óttan.

Fleiri onnur eru eisini handtikin fyri at leggja ætlanir um at drepa Kurt Westergaard.

Í 2010 gavst Kurt Westergaard sum 75 ára gamal á Jyllands-Posten, fyri at brúka tíðina til listarliga virki sítt.

Hann hevur fingið nógvar virðisslønir, eitt nú Danske Bladtegneres hæderspris.

/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

Í gjár kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

13. november kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Íslendska gosoyggin Surtsey fyllir 63 ár

13 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan stongdi skeinki­stað eft­ir klagu um harð­an tónleik

1 tími síðan
Lesarabrøv

Hvar eru fakfeløgini, tá ið arbeiðsfólkið skal verja sínar pengar?

2 tímar síðan
Tíðindi

Tvey fluttu pengar í PlayStation-sviki

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskur stuðul styrkir trygga føðihjálp í Niger

3 tímar síðan
Tíðindi

Motorar til Smyril fyri 74 milliónir vórðu ikki bodnir út

4 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Dómarin dømdi Føroyar-Spania á Tórsvølli í 2019

5 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar deila eitt javnleiks-met við tvey onnur landslið

11 tímar síðan
Tíðindi

Partrolarapørini eru øll til fiskiskap

12 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark smurdi Portugal av

13 tímar síðan
Tíðindi

Demokratur vinnur guvernørvalið í Alaska

13 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

14 tímar síðan