»Eg fari ikki tigandi, aftur í 50'ini!«
Hetta er eitt av herrópunum, sum tey til kravgonguna um fría fosturtøku rópa á Vaglinum í dag.
Heilt nógv fólk eru møtt upp til kravgonguna, sum byrjaði klokkan 17 í tí allar fagrasta veðri.
Byrjað varð í Gundadali, har fólk hittust og hitaðu upp. Her var andlitsmáling, skelti komu upp, og so gingu tey herrópini ígjøgnum.
Eitt annað herróp var: »Tá eg sigi sjálvsræði, siga tit sjálvsagt: Sjálvsræði, sjálvsagt!«.
Síðani gingu tey oman móti Speakers Corner á Vaglinum. Hýrurin var góður, og herrópini hoyrdust allan vegin oman.
Á Vaglinum vóru enn fleiri fólk, sum bíðaðu eftir gongufólkunum, og har vóru røður og tónleikur á skránni.
Her eru nakrar myndir frá tiltakinum:
Stigtakararnir eru Amnesty International Føroyar, Frítt Val og Kvinnufelagið, umframt ungmannafeløgini í samgonguni Unga Tjóðveldi, Framsøkin Ung og Sosialistisk Ung. Eisini eru nakrir einstaklingar við til at skipa fyri.
LES EISINI: Pro Vita undrast á kravgonguna um fosturtøku
LES EISINI: Lóggávan stigmatiserar kvinnur
LES EISINI: Landsstýrismaðurin um kravgonguna: – Gott at fólk vísa sína ónøgd
Hygg at videonum her: