info
Ongi úrslit

Nú veit alt Hondbólts-Svøríki hvør Óli Mittún er

Føroyska U18-manslandsliðið stríddist manniliga í teprum 29-32 tapi fyri Svøríki

Heri Simonsen
4. august 2022 kl. 16:40

Svøríki er evropameistari hjá monnum í hondbólti, og tí var givið, at tað fór at vera ein torførur dystur hjá okkara U18-manslandsliðið, ið spældu fyrsta dystin í innleiðandi EM-bólkaspælinum móti Svøríki í Podgorica í Montenegro.

Føroyar taptu tepurt 29-32 fyri Svøríki. Í steðginum var Svøríki á odda 17-15.

Í fyrra hálvleiki fylgdust liðini til støðuna 5-5. So byrjaði Svøríki at draga frá, og við støðuna 17-12 byrjaði at síggja eitt sindur svart út, men okkara menn endaðu hálvleikin væl við trimum málum, og so vóru bert tvey mál á muni í steðginum.

Svøríki hevði leiðsluna fyrsta partin av seinna hálvleiki, men tað eydnaðist føroyska liðnum at javna til 24-24 og til 25-25, men tað eydnaðist ikki føroyska liðnum at leggja seg á odda í seinna hálvleiki. 

Svenskarar komu upp á 30-25, men okkara menn stríddust seinastu løtuna og fingu minkað munin niður til trý mál.

Tey sum halda við Sävehof vistu uttan iva undan dystinum í dag hvør Óli Mittún er, tí hann skal spæla við Sävehof komandi kappingarár.

Aftaná dystin í dag munnu øll sum hava áhuga fyri svensku hondbóltsdeildini hava fingið við hvør Óli Mittún er. Óli skoraði heili 17 mál upp á 22 málmøguleikar, og var sjálvandi valdur at vera besti leikarin hjá Føroyum.

Fyrr í dag vann Spania 41-33 (21-17) á Fraklandi. 

Støðan í undanbólki D er, at Spania og Svøríki hava tvey stig, meðan Føroyar og Frakland einki stig hava.

Í morgin klokkan 13 spæla Føroyar móti Spania.

Svøríki-Føroyar 32-29 (17-15)

Svøríki: Axel Mansson 9, Linus Gustavsson 7, Arvid Boquist 5

Føroyar: Óli Mittún 17, Ísak Vedelsbøl 3, Rókur Ziskason 3, Tróndur Johnsson 3, Høgni Heinason 2, Niklas Gaard 1.

Alaksandar Lacok bjargaði seks av 32 málroyndum, ið er 18,75 prosent. Torstein Sivertsen bjargaði ongari av seks málroyndum. 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

FE: Russland fer at herða álopini á Vesturheimin

12 minuttir síðan
Tíðindi

Kreml hevur ikki tikið støðu til innbjóðing úr USA

43 minuttir síðan
Tíðindi

Løkke: USA skal sjálvt gjalda fyri herstøðir í Grønlandi

1 tími síðan
Myndasøvn

Tingfundur 24.09.26

1 tími síðan
Tíðindi

Barba aftur til HM – lyftir fríggjamorgunin

1 tími síðan
Tíðindi

Níggju herfólk lótu lív undir venjing í Kasakstan

1 tími síðan
Tíðindi

Bjarni spyr løgmann um Merkið á donskum herbúnum

1 tími síðan
Tíðindi

Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

1 tími síðan
Tíðindi

Yvir 750 danskir fjepparar við ferju til Oslo

2 tímar síðan
Tíðindi

ILA staðfest hjá Salmar í Årnes

3 tímar síðan
Tíðindi

Bjóðar øllum sínum borgarum ókeypis til tiltak í Sandoynni

3 tímar síðan
Tíðindi

Donald Trump tók ímóti Xi Jinping á flogvøllinum

4 tímar síðan