info
Ongi úrslit

Í nátt hava fólk gjørt sum løgmaður segði

Hóast skeinkistøðini ikki lurtaðu eftir løgmanni, er líkt til, at fólk hava gjørt, sum hann segði

Áki Bertholdsen
6. november 2021 kl. 09:00

Tað hevur einki fólk verið í býnum í nátt. Tað sigur løgreglan í morgun. Korona gongur sum ongantíð fyrr, og smittutølini hava fleiri ferðir sett met hesa seinastu tíðina. Tað hevur fingið farsóttarnevndini til at seta sum krav, at øll, sum koma til Føroya, skulu hava koronupass. Tað hevur eisini fingið landsstýrið at koma við nýggum tilmælum um, hvussu vit skulu bera okkum at fyri at tálma smittuspjaðingini.

Eitt av hesum tilmælum er, at vit skulu í mesta lagi vera 50 fólk samlað á einum staði, og eitt annað tilmæli er, at skeinkistøðini skuldu lata aftur. Tað vildu skeinkistøðini kortini ikki, tí tað rakar tey hart fíggjarliga við tað, at eingin ætlan fyriliggur í landsstýrinum um fíggjarligt endurgjald fyri mistar inntøkur.

Tí hava tey havt opið sum vant í nátt - men tey settu kortini ta treyt, at fólk skuldu hava koronupass fyri at sleppa inn. Í gjár var annars ein av teimum stóru veitsludøgunum, tí tað var j-dagur, sum er dagurin, tá ið ársins jólabryggj verður at fáa, og tá plaga tað at vera nógv fólk í býnum.

Men hóast skeinkistøðini ikki vildu lurta eftir løgmanni, sær tað út til, at fólk hava gjørt tað - ella hava tey hildið, at tað hevur verið for roksut at skaffa sær koronupass. Tað kann takast niður á fartelefonina, og tað prógvar, at fólk eru koppsett tvær ferðir fyri koronu, og at tað eru minst átta dagar síðani ta seinnu sproytuna. Koronupassið vísir eisini um fólk eru kannað fyri koronu seinastu 72 tímarnar.

Kravið frá skeinkistøðinum kom nokk so brádliga hóskvøldið, so tað kann vera, at tað eru fleiri, sum ikki lúka treytirnar fyri at fáa passið, og so eru tey ikki sloppin inn nakrastaðni. Tað er heldur ikki óhugsandi, at tað hevur loypt hvøkk á fólk, at tað eru so nógv, sum vera smittað, og tí halda tey seg heima.

Men sama um orsøkin er, at tey hava tikið tilmælini frá landsstýrinum til sín, um tey ikki tordu í býin, ella um tey bara ikki kunnu fáa koronupass, er niðurstøðan í hvussu so er tann, at tað var púra einki fólk í býnum í nátt, sigur løgreglan.  

Løgreglan sigur, at av tí sama var tað eisini serstakliga friðarligt, so tey rapportin hjá teimum fyri náttina er púra blonk av tí, sum hevur við náttarlív og veitsluhald at gera.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

23 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

27 dripin í hópskjóting í Suðurafrika

29 minuttir síðan
Hondbóltur

Sasja og liðfelagarnir taptu á heimavølli

1 tími síðan
Tíðindi

Olaf Olsen hevði eitt serligt samband við Ísrael

3 tímar síðan
Hondbóltur

Team Sydhavsøerne og Pætur Mikkjalsson steðga við samstarvinum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Jóhonnu heldur meistarakósina

10 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum

11 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi forsætisráðharri drápshóttur á opnari gøtu

11 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava somu atgongd fyri føroyskar vørur í Íslandi

11 tímar síðan
Tíðindi

Nations League: Spania koppaði Onglandi á Wembley

12 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia vann greiðan heimasigur í okkara bólki

12 tímar síðan
Tíðindi

Seks fólk deyð eftir spreinging í Athen

12 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: VAR kolldømdi sigursmálið hjá THW Kiel

13 tímar síðan