Føroyingar skulu hava betri atgongd til nútímans gjaldstænastur sum MobilePay og Vipps.
Tað er endamálið við einum uppskoti, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sent til hoyringar. Uppskotið skal beina burtur eina forðing, sum higartil hevur gjørt tað ov tvørligt hjá fleiri útlendskum gjaldstænastuveitarum at virka á føroyska marknaðinum.
– Eingin ivi er um, at atgongdin at hesum tænastum kann gera gerandisdagin lættari, bæði hjá vinnulívinum og øllum føroyingum, sigur Jacob Vestergaard sambært Vinnumálaráðnum.
Í viðmerkingunum til uppskotið verður víst á, at bæði borgarar og vinna hava sóknast eftir at kunna brúka talgildar gjaldsloysnir í Føroyum.
Galdandi reglur krevja sambært ráðnum, at útlendskir veitarar úr ES- og EFTA-londum lata upp eina deild í Danmark ella Føroyum fyri at fáa neyðuga loyvið. Hetta hevur verið ein ov stór forðing í mun til lítla føroyska marknaðin.
Við uppskotinum skal heimstaðarkravið takast burtur fyri ávísar útlendskar veitarar, sum longu hava virksemi í Danmark og eru fevndir av viðkomandi donsku reglunum.
Tað merkir, at teir skulu kunna søkja um loyvi at veita tænastur í Føroyum uttan at skula lúka sama krav um heimstað her.
Eisini umsóknarviðgerðin skal gerast einfaldari. Fíggjareftirlitið skal í hvørjum einstøkum máli kunna brúka upplýsingar og skjalprógv, sum longu eru til taks hjá myndugleikunum í heimlandinum hjá veitaranum.
Krøvini um trygd og brúkaraverju verða tó varðveitt. Veitararnir skulu millum annað lúka treytir um kapital, fyribyrging av hvítvaski og verju av pengunum hjá brúkarunum. Fíggjareftirlitið skal viðgera umsóknirnar og gera av, um loyvi kann verða givið.
Vinnumálaráðið metir, at broytingin sum heild fer at gagna vinnuni, tí fleiri gjaldstænastur kunnu gerast tøkar. Samstundis kann hon økja kappingina hjá teimum, sum longu bjóða slíkar tænastur í Føroyum.
Uppskotið er kortini ikki ein váttan um, at MobilePay ella Vipps verða tøkar í Føroyum ein ávísan dag. Tað skal gera lógargrundarlagið liðiligari, men einstøku veitararnir skulu eisini velja at bjóða tænasturnar her og fáa neyðugu loyvini.
Talan er um eitt uppskot til ríkislógartilmæli, sum leggur upp til at broyta gjaldslógina, ið er sett í gildi fyri Føroyar.