info
Ongi úrslit

SMS: StÍF vann 1. FM hálvfinaluna

Strandakvinnur koppaðu Neistanum í høllini á Skála

Heri Simonsen
17. apríl 2024 kl. 19:35

StÍF hevur lagt seg á odda 1-0 í FM hálvfinaluuppgerðini móti Neistanum í SMS-deildini.

Í 1. FM hálvfinaluni, ið var leikt í høllini á Skála í kvøld vann StÍF 27-24 á Neistanum. Í steðginum var StÍF á odda 16-14.

Tá hálvurtriði minuttur var eftir av dystinum var støðan javnleikur 24-24, men tá megnaði StÍF at skjóta trý mál uttan nakað aftursvar frá Neistanum, og so var sigurin í hús.

2. FM hálvfinalan verður leikt í høllini á Hálsi í Havn komandi leygardag klokkan 15. Vinnur Neistin tann dystin verður 3. og avgerandi FM hálvfinalan í høllini á Hálsi komandi týskvøld klokkan 19.30.

Vinnur StÍF dystin leygardagin vera tær klárar at spæla FM-finalur. 

Natasja Hammer var toppskjútti í kvøld hjá StÍF við sjey málum. Bjørk F. Joensen var toppskjútti hjá Neistanum við átta málum.

Klokkan 20 byrjar 1. FM hálvfinalan millum VÍF og Kyndil í høllini í Vestmanna.

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá 1. FM hálvfinaluni millum StÍF og Neistan:

##med2##

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tað er stór menning í Skálavík

2 minuttir síðan
Tíðindi

139 milliónir afturat til røktarheimið á Stórubrekku

13 minuttir síðan
Tíðindi

Eplafestivalurin er eitt fjølbroytt heysttiltak

50 minuttir síðan
Tíðindi

ejsw UNIKA ejsw í Gallarí Havnará

1 tími síðan
Tíðindi

Reyðgrøni vongurin vann tepurt í Svøríki

1 tími síðan
Tíðindi

Talgilt gravaryvirlit í Líðini

1 tími síðan
Lesarabrøv

Hvør vil vera milliardingur ? Vestmannatunnilin og tann veruligi prísurin

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Búskaparráðið leggur fram í Smæruni

2 tímar síðan
Tíðindi

Róðrarneyst verður brúkt til nógv ymisk endamál

2 tímar síðan
Tíðindi

ÁVARING: Kósin má rættast tí pengar fara at mangla

4 tímar síðan
Tíðindi

Kunnu geva okkum íblástur og ítøkiliga hjálp

4 tímar síðan
Tíðindi

Varðin og Sellin høvdu vitjan úr eystursjóvarlondum

4 tímar síðan