info
Ongi úrslit

Dimmalætting og Sosialurin lógu eftir í Keypmannahavn

Tá einasta flogfarið til Føroya í gjár fór úr Keypmannahavn, lógu føroysku bløðini eftir á flogvøllinum í Kastrup

Eirikur Lindenskov
11. februar 2022 kl. 12:06

Skerda flogferðslan ger, at flogførini eru á tremur við ferðafólki, og allur farmurin verður tí ikki tikin við. Og í gjár hava tey raðfest soleiðis í Kastrup, at bløðini lógu eftir.

Tað harmast vit á Sosialinum og Dimmalætting sjálvandi um, tí tað merkir, at bløðini í fyrsta lagi kunnu koma upp til Føroya við einasta flogfarinum, sum flýgur í dag, og tað lendir ikki fyrr enn klokkan 19:10 í kvøld.

Tað merkir so aftur tað, at Posta ikki fær bløðini út til haldarar fyrr enn mánamorgunin. Men haldarar, sum hava postboks í Havn, fáa bløðini í boksina í kvøld, siga tey á Posta.

Men bløðini vera at fáa til keyps í sølubúðunum frá klokkan sjey og úteftir í morgin, leygardagin. Byrjað verður at koyra út í morgin árini og tær seinastu sølubúðirnar hava bløðini klokkan 15 í morgin.

Allir haldarar hjá Sosialinum kunnu tó lesa blaðið á netinum á www.sos.fo.

Tað gera haldarar við at logga á við haldaranummarinum, sum er stemplað á forsíðuna á bløðunum, sum koma við Posta, og sum stendur á faktarunum til haldaragjaldið.

Allir haldarar hjá Dimmalætting kunnu lesa blaðið á netinum á www.dimma.fo.

Tað gera haldarar við at logga á við brúkaranavni og loyniorði, og síðan fara undir tað sum eitur “Blaðið á netinum”.

Stóru trupulleikin er, at tað er bara eitt flogfar, sum flýgur millum Føroyar og Keypmannahavn um dagin.

Um nýggjársleitið gavst SAS við at flúgva til Føroya, tí eftirspurningurin var so lítil eftir ferðaseðlum. Føroyingar vilja ikki flúgva við SAS, sum tí mest flýgur við útlendskum ferðafólkum. Og tá eingi ferðafólk eru, og at kalla bara føroyingar flúgva, so eru bara ferðafólk til føroyska flogfelagið.

Sambært flogfeløgunum verður hetta lagið í februar og mars mánaði.

Vit harmast um, at tað gongur út yvir tænastuna hjá Dimmalætting og Sosialinum og vóna, at haldarar okkara umbera okkum!

 

Vinaliga

Eirikur Lindenskov

blaðstjóri

Sosialurin

 

Sveinur Tróndarsson

blaðstjóri

Dimmalætting

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

33 minuttir síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

59 minuttir síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

1 tími síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

2 tímar síðan
Tíðindi

Skráin fyri Bókadagar er kunngjørd

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava lands­stýr­is­mann­in at taka støðu til kapp­bjóð­ing við húsasølu

3 tímar síðan
Tíðindi

Høvðusungdómsvenjarin hjá FC Suðuroy á vitjan í Everton

3 tímar síðan
Tíðindi

Uppskotið um at herða fost­ur­tøku­lóg­ina fall á tingi

4 tímar síðan
Tíðindi

Gýtingarfríð­ing­in á Føroya­banka kann broyt­ast frá ári til ár

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Anna Falkenberg vil hava løg­mála­ráð­harr­an í sam­ráð um Bakka­frostmálið

4 tímar síðan
Tíðindi

Sandoy Smíð byggir raðhús á Sandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Avdúka gátuna á rúnasteininum

4 tímar síðan