info
Ongi úrslit

Spæla fótbólt fram ímóti midnátt

Nógv bendir á, at føroyska liðið verður mannað við tveimum í álopinum og trimum føroyameistarum á miðvøllinum

Jóannes Hansen
22. september 2022 kl. 15:09

Fyrsta bríksl á LFF stadion í Vilnius verður klokkan 19.45 í kvøld – føroyska tíð. Litava er tveir tímar frammanfyri føroyska tíð. Tað vil siga, at dysturin í Vilnius verður liðugur, tá ið klokkan verður nakrar minuttir í midnátt í Litava.

Nations League dysturin verður spældur á graslíki. Føroyska liðið vandi á vøllinum seinnapartin í gjár. Sagt verður, at talan er um útgávu at graslíki, sum er eldri enn teir vallirnir eru, sum tað nú verður spælt á heima í Føroyum.

Pláss er fyri 5 túsund áskoðarum, og tað verður roknað við, at umleið 4 túsund áskoðarar fara at møta upp í kvøld.

Eftir dystarlok verður gjørt skjótt av á stadion, tí føroyska liðið skal aftur á gistingarhúsið, so spælararnir fáa møguleika at sova í nakrar tímar, áðrenn flogfarið fer á flog við kós ímóti Vágum. Flogfarið er sett at lenda í Vágum í morgin longu klokkan 9.40.

Saman við landsliðnum eru umleið 80 føroyskir áskoðarar í Vilnius. Millum hesar eru formenninir í fótbóltsfeløgunum, sum á hvørjum ári plaga at vera við á ársins síðstu landsliðsferð.

Tað hevur regnað í Vilnius í dag, men nú er turt, og sólin kagar undan. Í kvøld vera 11 hitastig, tað verður turt, og vindurin verður umleið fimm metrar um sekundið.            

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

Í gjár kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skotska løgreglan kannar vitjan hjá Andrew og Epstein á Balmoral

16 minuttir síðan
Tíðindi

Marjun Kálvalíð talar á minningarhaldi

42 minuttir síðan
Tíðindi

Magni Christiansen konsert í Løkshøll sunnukvøldið

1 tími síðan
Tíðindi

Stór afturgongd hjá Audi

1 tími síðan
Tíðindi

Trump avlýsir veljarafundir í Kansas og Iowa

1 tími síðan
Tíðindi

14 dripin í dronuálopi í Etiopia

2 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava stjórn­ina at stuðla und­ir­sjóv­ar­tunl­um í Hetlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Hartmann á WHO-fundi: A­ltjóða sam­starv kann styrkja før­oyska heilsuverkið

4 tímar síðan
Tíðindi

Óheft russiskt blað letur aftur

4 tímar síðan
Tíðindi

Prutl mált til 77,8 kilometrar um tíman í Havn

4 tímar síðan
Tíðindi

Ongar ætlanir um at broyta veiðigjaldið

5 tímar síðan