info
Ongi úrslit

TB er í nýggjari og hugaligari útgávu

Við framúr máli slapp Benjamin Heinesen B36 úr tronganum, og so endaði tað 3-0

Jóannes Hansen
28. juli 2021 kl. 20:01

Bjarki Danielsen hevur bríkslað fyri síðstu ferð í góðveðrinum í Gundadali í kvøld. Talvan sigur, at B36 vann 3-0 ímóti TB, og tá ið málmunurin er so stórur, so er talan um tryggan sigur.

Málini telja, og sjálvandi eru teir í B36 fegnir, og teir í TB eru vónbrotnir.

Men gongdin stóran part av tíðini var soleiðis, at um TB megnar at samanspæla nýggja liðið uppaftur betur, so verður tað ikki so leingi, inntil fyrsti sigurin á árinum verður veruleiki.

Væl upplagdi Hannes Agnarsson legði heimaliðið á odda, tá ið eitt stórt korter var farið. Mathias Thrane, sum var sentralur miðvallari saman við Magnus Holm Jacobsen, átti uppleggið.

So vísti TB í ein tíma, at liðið er væl betri fyri nú, enn tað hevur verið higartil í ár.

Tað var smeitur, tá ið Ndende í seinna hálvleiki noyddist skaddur av vøllinum, og kanska var tað ein partur av orsøkini til, at B36 fram ímóti dystarenda skoraði tvey mál aftrat. Tað fyrra skoraði vongverjin í høgru Benjamin Heinesen við dundurskoti av brotsteigarmarkinum og upp í málhornið.

Tað seinna skoraði Ragnar Samuelsen. Hann varð skiftur inn í seinna hálvleiki. Uppleggið átti Bjarki C. Nielsen, sum eisini varð skiftur inn í seinna hálvleiki.

Toni Takamaki vísti seg at rigga væl í TB miðverjuni saman Aron Sørensen og Ndende, og Filip Djordjevic og Kaspar Svarups eru góðir at hava fingið sum styrk í framrættaða partinum.

Hjá B36 sást lítið til Uros Stojanov, sum heimamenninir høvdu ilt við at spæla leysan soleiðis, sum hann eigur, og Hákun Edmundsson kom ikki á vøllin.

Trivaligi 3-0 sigurin ber við sær, at B36 hevur 27 stig og er á fjórða plássi. NSÍ hevur eisini 27 stig, men málmunurin hjá B36 er betri, og B36 hevur spælt ein dyst færri enn NSÍ.

TB er framvegis aftast við tveimum stigum.

 

B36 – TB 3-0 (1-0)

1-0: Hannes Agnarsson 18.

2-0: Benjamin Heinesen 86.

3-0: Ragnar Samuelsen 88.

Dómari: Bjarki Danielsen

B36: Mathias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Lukas S. Enevoldsen, Martin Agnarsson (Alex Mellemgaard, 17.) – Andrass Johansen (Ragnar Samuelsen, 78.), Magnus Holm Jacobsen, Mathias Thrane, Hannes Agnarsson (Bjarki C. Nielsen, 70.) – Sebastian Pingel, Uros Stojanov

TB: Nikola Stoisavljevic – Aron Sørensen, Ndende Adama Guéye (Nikolei Johannesen, 65.), Toni Takamaki – Moro Ibrahim, Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike Leo, Jens Erik Bruhn – Filip Djordjevic, Kaspar Svarups, Samudeen Musah (Jóhan Renéson Thomsen, 83.)

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

21 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Olaf Olsen hevði eitt serligt samband við Ísrael

1 tími síðan
Hondbóltur

Team Sydhavsøerne og Pætur Mikkjalsson steðga við samstarvinum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Jóhonnu heldur meistarakósina

8 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum

9 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi forsætisráðharri drápshóttur á opnari gøtu

9 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava somu atgongd fyri føroyskar vørur í Íslandi

9 tímar síðan
Tíðindi

Nations League: Spania koppaði Onglandi á Wembley

9 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia vann greiðan heimasigur í okkara bólki

10 tímar síðan
Tíðindi

Seks fólk deyð eftir spreinging í Athen

10 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: VAR kolldømdi sigursmálið hjá THW Kiel

10 tímar síðan
Tíðindi

Vil slóða fyri MobilePay og Vipps í Føroyum

11 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: 16 mál hjá Victor K. Thomadsen rukku ikki hjá KÍF

11 tímar síðan