info
Ongi úrslit

Terje plagar at halda ólavsøku í báti

- Tað er serliga ein ólavsøka, eg sum ungur minnist afturá. Tá funnu eg og eitt systkinabarn eina mappu við fleiri túsund krónum í. Vit fóru á Politistøðina við mappuni og fingu fleiri hundrað krónur hvør í finningarløn.

Vilmund Jacobsen
27. juli 2024 kl. 16:22

Fert tú á ólavsøku í ár? 
- Vit verða tíbetur heima, og vit fara heilt sikkurt á ólavsøku. Eg havi í fleiri ár hildið ólavsøku í okkara báti, sum hevur ligið við bryggju í Vágsbotni.
Tað sigur Terje B. Vestergaard, sum vísir á, at her hava tey havt bæði nógva og góða vitjan umborð – av familju, vinum og kenningum.  
- Eisini hava vit á henda hátt fingið nýggjar vinir, bæði onnur sum hava ligið her við báti og fólk, sum eru komin umborð. 
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?  
- Tað besta er, at tá eru vit øll bara føroyingar - uttan mun til ideologi’ir, politiskar meiningar, átrúna og samfelagsligan status annars. Vit savnast sum eitt fólk og eru saman um tað, vit elska mest - okkara tjóð!

Myndin er ikki tøk

Terje heldur, at tey týdningarmestu tingini við ólavsøkuni eru samleikin í tjóðbúnanum og felagssangurin.  
- Eisini hevur tjóðarítrótt okkara – kappróðurin - stóran týdning, heldur hann.
Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?    
- Tær ólavsøkurnar, eg minnist best afturá, vóru sjálvandi tær, tá børnini vóru smá.
Men, tað er eisini ein onnur serlig ólavsøka, hann minnist afturá. 
- Tað var eitt árið, tá eg og systkinabarn mítt, Jóan Petur, ólavsøkumorgun einaferð fyrst í áttatiárunum funnu eina mappu við fleiri túsund krónum í.
Terje sigur, at teir fóru á Politistøðina við mappuni, og her fingu teir fleiri hundrað krónur hvør í finningarløn. 
- Tá lærdu vit, at tað loysir seg at vera erligur, og vit høvdu annars eina super ólavsøku við fult av lummapengum. 
Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni? 
- Nei, eg haldi at tey, sum fyriskipa, gera sítt allarbesta. Tey gera eitt megnar arbeiði, og eg haldi, tað vildi verið ov lætt at kritiserað teirra arbeiði. 
Terje B. Vestergaard heldur, at tað, sum er altavgerandi fyri eina góða ólavsøku, er veðrið, og tí ráða vit ikki yvir. 
- Eg vóni, at vit fáa gott veður á ólavsøku í ár, og fari eg at ynskja øllum eina góða ólavsøku, leggur hann aftrat.

Lesið eisini:

* Fyri fyrstu ferð eigi eg føroysk klæðir - https://www.in.fo/news-detail/fyri-fyrstu-ferd-eigi-eg-foeroysk-klaedi

* Ólavsøkan er sera kommersiell - https://www.in.fo/news-detail/olavsoekan-er-sera-kommersiell

* Ein serlig ólavsøka tá eg møtti konu míni - https://www.in.fo/news-detail/ein-serlig-olavsoeka-ta-eg-moetti-konu-mini

* Ólavsøkan rúmar ov illa børnunum - https://www.in.fo/news-detail/olavsoekan-rumar-ov-illa-boernunum

* Hevur onkur brúk fyri barnagentu bjóði eg meg fram - https://www.in.fo/news-detail/hevur-onkur-bruk-fyri-barnagentu-bjodi-eg-meg-fram

* Tíbetur velja vit sjálvi hvussu vit fara á ólavsøku - https://www.in.fo/news-detail/tibetur-velja-vit-sjalvi-hvussu-vit-fara-a-olavsoeku

* Tað var ein gul ólavsøka í 2002 - https://www.in.fo/news-detail/tad-var-ein-gul-olavsoeka-i-2002

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Danmark sigur nei til trygdar­avtalu við Russ­land

21 minuttir síðan
Tíðindi

Chelsea-málverji breyt kjálkan í samanbresti

53 minuttir síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin: NSÍ og KÍ hava størstu favorittstøðurnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Musk vísti fram flúgvandi Tesla

3 tímar síðan
Tíðindi

Siðsøgan á útróðri í Grønlandi

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 skal spæla dystir 70 km vestanfyri ukrainska markið

5 tímar síðan
Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

12 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

13 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

13 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

14 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

14 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

15 tímar síðan