info
Ongi úrslit

Tjóðsavnið: At ganga grýlu

Í dag er føstulávintsmánadagur. Siður er, at børn ganga grýlu hús úr húsi og fáa bomm í posan.

Eirikur Lindenskov
12. februar 2024 kl. 12:51

Tað, at børn ganga grýlu, er ein lutfalsliga nýggjur siður í Føroyum. Í eldri keldum kann mann lesa um eina grýlu, sum kom oman úr fjøllunum. Grýlan var ein vaksin, ofta fátækur, persónur, sum nú hevði møguleikan at fáa okkurt gott í posan. Grýlan var sera óhugnalig. Hon brølaði, ýldi og veipaði við ørmunum. Tá hon kom inn í húsini, gekk tað ikki stillisliga fyri seg, og hon fór ikki út aftur, fyrr enn hon hevði fingið kjøt í posan. Dagin eftir føstulávintstýsdag byrjaði føstan. Nú skuldi verðsliga sinnið leggjast frá sær, sál og likam skuldu reinsast, og mann mátti ikki eta kjøt í føstuni. 

Um børnini ikki skikkaðu sær væl í føstuni, kom grýlan eftir teimum, sum sungið verður í skjaldrinum:  

“Oman kemur grýla frá gørðum
 við fjøruti hølum, 
 við bjálg á baki, 
 skølm í hendi, 
 kemur at kryvja búkin úr børnunum, 
 ið gráta eftir kjøti í føstu.”

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nýggi álopsspælarin hjá Víkingi var tvífaldur málskjútti

15 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Óla og Jóhan vunnu sínar dystir

16 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 - Skála

30 minuttir síðan
Tíðindi

Bodø: Hava funnið líkið av manni sum koppaði á vatnskutara

32 minuttir síðan
Fótbóltur

HB er á veg út í Europa

33 minuttir síðan
Tíðindi

Søren Gade gevst: Kann ikki longur taka undir við Venstre

40 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Füchse Berlin misti javnleikin í seinasta sekundinum

41 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mattias vann føroyingauppgerðina í Svøríki

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF og KÍF vunnu sigrar á heimavølli

1 tími síðan
Fótbóltur

Skálamenn eru eitt stig nærri bjargingini

1 tími síðan
Tíðindi

Zelenskyj ávarar Trump um søguligt mistak

1 tími síðan
Fótbóltur

Toftamenn tóku øll á bóli

2 tímar síðan