info
Ongi úrslit

U20 HM: Føroyar máttu lúta fyri Argentina

Føroysku U20-kvinnurnar skulu spæla um 23. plássið

Heri Simonsen
2. juli 2026 kl. 10:50

HSF skrivar:

- Okkara megnaðu ikki, í nóg stóran mun, at steðga vælvaksnu langskjúttunum hjá Argentina, sum vunnu 30-24, eftir 17-12 í hálvleikinum. Føroyar skulu nú spæla um 23. pláss av teimum 32 í morgin.

Tað var Argentina, sum løgdu seg á odda og setti seg á dystin frá byrjan. Liðið hevði fleiri høgar langskjúttar, sum kundu skjóta langt útifrá, og tær skutu væl. Føroyar hingu tó væl í, og vóru tað serliga Silja Geirsdóttir Eystberg og Rakul Borgarlíð Joensen, sum vóru eyðsýndar í fyrra hálvleiki. Tað vóru bert tær báðar sum gjørdu mál, ávikavist 7 og 5 í part. Føroyar høvdu ein laka løtu um miðjan hálvleik, har ov nógvar tekniskar villur kostaðu og Argentina kom fram um við 6, áðrenn okkara minkaðu aftur. Liðini fóru til hálvleiks við 17-12 til Argentina. Hóast Føroyar vardu væl frá byrjan í seinna hálvleiki, so høvdu okkara ilt við at gera mál. Tað var serliga á vengrunum, har úrtøkan var verri enn vanligt í dag, og tað gingu eisini heili 42 minuttir av dystinum, áðrenn annar leikarin enn Silja og Rakul fingu mál. Seinni hálvleikur var tó meira javnur enn fyrri, men endaði dysturin 30-24 til Argentina.

Eftir dystin var Silja Geirsdóttir Eystberg kosin besti leikari í dystinum í dag. Silja hevði veruliga innstillað kanónina í dag. Hon gjørdi heili 13 mál uppá 15 royndir, harav 9 uppá brotskøst. Seinasti dysturin hjá Føroyum verður í morgin kl. 04.45, føroyska tíð. Tá spæla Føroyar um 23. plássið av teimum 32. Dysturin verður móti Algeria. Skrivar HSF.

Dystargongdin Argentina – Føroyar:
5 min. 2-1
10 min. 6-3
15 min. 8-6
20 min. 13-7
25 min. 14-10
30 min. 17-12
35 min. 17-12
40 min. 20-13
45 min. 21-16
50 min. 24-20
55 min. 27-23
60 min. 30-24

Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 13 (9)
Rakul Borgarlíð Joensen 7
Mira Bendix Laursen 3
Asta Sofía Finsdóttir Hansen 1

Málverjar:
Gylta Djurhuus á Neystabø 35 min. 5 bjargingar, 22%
Maria Beder 25 min. 1 bjarging, 10%

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

Í gjár kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Vejle vann grannauppgerðina móti FC Fredericia

1 tími síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti við fimm málum - avrikaðu væl í seinna hálvleiki

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður biðið um frágreiðing um Bakkafrost-málið

2 tímar síðan
Tíðindi

Kanada tekur frástøðu frá USA í fíggjarætlan

3 tímar síðan
Tíðindi

Klaksvík: Biskupsstøðgøta breiðkað

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Universi­tets­sjúkra­hús á papp­ír­i­num, men hvar eru íløgur­nar?

5 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Láadal 35 ára starvsdag á Hotel Føroyum

5 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

5 tímar síðan
Tíðindi

Danska poppdrotningin Medina á OY Voxbotn 2027

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum ⛑

6 tímar síðan
Tíðindi

Vil vita, hvat landskassin fekk burtur úr skerdum frádráttum

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Odmar gleðir seg til avgerandi Nations League dystirnar

6 tímar síðan