info
Ongi úrslit

Umstríddur United spælari er seldur

Premier League: Mason Greenwood er fortíð í Manchester United

Tróndur Arge
21. juli 2024 kl. 15:33

Umstríddi fótbóltsspælarin, Mason Greenwood, er nú seldur til franska Marseille fyri 225 milliónir krónur. Hann bleiv útihýstur úr Manchester United og hevur seinasta kappingarárið verið útleigaður til Getafe í Spania.

22 ára gamli fyrrverandi Manchester United spælarin kom í andglettin, tá bretska ákæruvaldið ákærdi Mason Greenwood fyri at royna neyðtøku, harðskap og atferð við tí fyri eyga, at hava tamarhald á einum persóni. Málið bleiv seinni slept millum annað tí Harriet Robson trekti sínar ákærur aftur. Mason Greenwood og Harriet Robson hava síðani fingið barn saman.

Tað hava verið atfinningarsamar røddir frammi úr Marseille, ið ikki vilja hava spælaran til felagið, og tað eru tey, sum halda at Manchester United skal lata yvirskotið av søluni fara til hjálparfelagsskarpir.

Tað er lítið skrivað og sagt um viðurskiftini í samband við søluna, men tann víðagitni fótbóltsskrivarin, Fabrizio Romano, sigur at prísurin er 225 milliónir krónur, umframt at Manchester United eigur rætt til hemingin av eini víðari sølu. Sáttmálin er galdandi fyri fimm ár.

Mest lisið hesa vikuna

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

17 tímar síðan

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bíligari bústaðir – men dýr­ari grund­stykki?

40 minuttir síðan
Tíðindi

Skipari og manningarlimur dømdir fyri at skaða sjókaðlar

1 tími síðan
Lesarabrøv

Politiskir sigrar hava størri týdning fyri Javnaðarflokkin

1 tími síðan
Tíðindi

Russell Brand kendur sekur í neyðtøku

1 tími síðan
Tíðindi

Snar í nýggjum hami

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava løg­mann at krevja svar um Bakka­frost-málið

2 tímar síðan
Tíðindi

Bumbuhóttanir hava rakt minst 25 flogfør í Evropa

2 tímar síðan
Tíðindi

Svøríki leingir marknaeftirlitið í eitt hálvt ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Árligi Býarskáin verður um vikuskiftið 7. og 8. november

3 tímar síðan
Tíðindi

Førka fingið ískoyti til umhvørvisgóðkenning

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú nærkast til Tjaldrið og Brimil verða tøkir aftur

4 tímar síðan
Tíðindi

Svensk rúmdarstøð í miðdeplinum

4 tímar síðan