info
Ongi úrslit

Venjararáðstevna við kendum sponskum venjara

HSF bjóðar venjarunum í føroysku hondbóltsfeløgunum til venjararáðstevnu 22. august

Heri Simonsen
23. juni 2026 kl. 22:25

HSF skrivar:

- HSF bjóðar venjarunum í føroysku hondbóltsfeløgunum til venjararáðstevnu við m.a. kenda, spanska landsliðvenjaranum Jordi Ribera.

Ráðstevnan verður hildin:

Dagur: 22. august
Tíð: Allan dagin. Endaliga skráin kemur seinni
Stað: Við Tjarnir

Framløgur og innihald

Ársins venjararáðstevna bjóðar framløgu við Jordi Ribera, sum í nógv ár hevur verið spanskur landsliðsvenjari, fyrrverandi venjari hjá Brasil og fleiri sponskum feløgum. Hann fer at viðgera bæði teori og praksis innan verjuspæl. Ætlandi verða fleiri fyrilestrarhaldarar knýttir at degnum, meira kunning um hetta kemur so hvørt.

Árlig ráðstevna og venjaraútbúgving

Miðið við venjararáðstevnuni er, at hon framyvir verður hildin eina ferð um árið, tá luttøka er eitt krav í sambandi við endurnýggingstímar fyri Level 3- og Master Coach-útbúgvingarnar, hetta sambært aljtjóða RINCK sáttmálanum. Harumframt er endamálið eisini at geva venjarum íblástur, áðrenn kappingarárið byrjar.

Málbólkur

Ráðstevnan og framløgurnar venda sær serliga til venjarar hjá teimum elstu ungdómsliðunum, BURN- og SMS-liðum, men eru øll vælkomin at tekna seg.

Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er 295 kr., og tað fevnir um máltíð og kaffi o.a. ígjøgnum dagin. Melda til her: Venjararáðstevna 22. august 2026. Skrivar HSF. 

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgreglan ávarar aftur um avpressing á netinum

21 minuttir síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir hevur skotið 76 mál í 10 dystum

7 tímar síðan
Tíðindi

Íleggjarar lofta aftur Frihedsbrevet

8 tímar síðan
Hondbóltur

Sætta tapið á rað hjá Bergsøy

8 tímar síðan
Hondbóltur

GOG var fyri fyrsta tapinum - Skanderborg Aarhus vann

9 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu

9 tímar síðan
Tíðindi

Danmark vil senda russ­ar til út­ferðar­mið­støð í Ruanda

9 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Samuel tryggjaði Ried sigurin í yvirtíðini

10 tímar síðan
Tíðindi

Norsk fiskamóttøka á húsagang eftir løgregluátak

10 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Advokaturin í barnagarðinum

11 tímar síðan
Tíðindi

Demokratarnir fáa størsta meirilutan í 34 ár

12 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag í dansifrøi

12 tímar síðan