info
Ongi úrslit

VIDEO: Brandur legði upp til mál í 3-0 sigri hjá Fredrikstad

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum Lillestrøm-Fredrikstad 0-3 (0-1)

Heri Simonsen
20. mai 2024 kl. 18:25

Føroyingaliðið í bestu norsku fótbóltsdeildinini, Fredrikstad er triðfremst í deildini við 20 stigum, bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, Bodø/Glimt.

Fredrikstad vann í dag ein flottan 3-0 sigur á Lillestrøm á útivølli. Talan var um fimta sigurin á rað hjá Fredrikstad í bestu deildini.

Fýra minuttir undan steðginum legði íslendski, Julius Magnússon Fredrikstad á odda. Tá klokkan vísti 90 minuttir økti Oscar Aga til 2-0 við einum brotssparki. Langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat sendi Brandur Hendriksson eitt frálíkt hornaspark í brotsteigin, ið Sondre Sorløkk stútaði í netið til 3-0.

Høvuðsvenjarin hjá Fredrikstad, Mikkjal K. Thomassen sendi Brand á vøllin tá 69 minuttir vóru leiktir. Jóannes Bjartalíð er framvegis uttanfyri við skaða.

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá norska TV2 frá dystinum. 

Komandi leygardag klokkan 17 tekur Fredrikstad móti botnliðnum, Tromsø á heimavølli. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

Í gjár kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

19 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Orkuískoyti, barnaansing og kvinnuheilsa á skránni

8 minuttir síðan
Hondbóltur

Champions League: Szeged-GOG beinleiðis á TV3 í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

2 tímar síðan
Tíðindi

Tað verður illveður um vikuskiftið

2 tímar síðan
Tíðindi

Semja við Kina um at virka fyri betri markn­að­ar­atgongd

2 tímar síðan
Tíðindi

Vágs kommuna ger stuttfilmar: Lívið í Vági

3 tímar síðan
Tíðindi

Bilur fór av vegnum við Sandvíkarhjalla

3 tímar síðan
Tíðindi

Stórur eldur á Gomlurætt í nátt

3 tímar síðan
Fótbóltur

U15-landsliðið vann ein og tapti tveir dystir

5 tímar síðan
Tíðindi

Vitaly Klitsjko: - Spreingingar eru í Kyiv

10 tímar síðan
Tíðindi

Champions League: Tað endaði javnt millum Bayern München og Arsenal

11 tímar síðan
Hondbóltur

Stjarnan tapti á Akureyri

13 tímar síðan