info
Ongi úrslit

VIDEO: Sandnes ULF javnaði til 1-1 í yvirtíðini

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Sandnes ULF-Haugesund 1-1 (0-1)

Heri Á. Simonsen
11. oktober 2026 kl. 21:50

Gullbrandur í Horni Øregaard var á vøllinum allan dystin, og Olaf Bárðarson var á vøllinum í 72 minuttir, tá lið teirra, Sandnes ULF tók ímóti toppliðnum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, Haugesund á Øster Hus Arena leikvøllinum.

Olaf hevði tríggjar góðar royndir á málið hjá Haugesund, og Sandnes sum er fjórðaftast í deildini við 26 stigum vísti tenn í dystinum, ið endaði við javnleiki 1-1.

Eitt málmansmistak førdi til, at Haugesund legði seg á odda 1-0 longu í trettanda minutti. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað Ole Sebastian Sundgot aftaná gott upplegg frá Kevin Pereira at javna til 1-1.

Heimaáskoðararnir valdu Gullbrand at vera besta leikaran.

Mattias H. Lamhauge var á beinkinum í dag, tá Strømsgodset á útivølli vann 5-1 (3-0) á Lyn Oslo. Ein kelda hjá in.fo veit at siga, at Mattias fer aftur at verja málið komandi umførini.

Strømsgodset er triðfremst í deildini við 54 stigum. Fremst eru Kongsvinger og Haugesund við 56 stigum hvør.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Sandnes ULF-Haugesund 1-1 (0-1):

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

KÍ skal hava nýggjan venjara

9. oktober kl. 12:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

8 minuttir síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

27 minuttir síðan
Tíðindi

Tarira kemur heim við trimum virðislønum

35 minuttir síðan
Tíðindi

Trump lýs­ir orku­vápna­hvíld – Russ­land held­ur fram við álopum

1 tími síðan
Fótbóltur

Nú sær tað heilt svart út á Svangaskarði

1 tími síðan
Fótbóltur

Europa er aftur í eygsjón hjá B36

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 vann 2-1 á Argjum

2 tímar síðan
Tíðindi

14.000 vilja steðga laksa­al­ing í Seyðis­firði

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ vann 3-0 móti HB

2 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel vann og Füchse Berlin tapti

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF vann aftur við 11 málum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: VÍF vann klassikaran og H71 vann stórsigur á EB

3 tímar síðan