90 ára gamal leggur frá sær

- Kvívíkingar eru stoltir av hesum vakra staði, og tað er Julian Mikkelsen, sum hevur røkt starvið fyri kommununa.

 

Í gjár, 16. juni, fylti Julian Mikkelsen 90 ár, og á degnum ynskti Kvívíkar kommuna at senda honum eina heilsan. 

 

- Julian Mikkelsen býr í Kvívík, men er ættaður úr Sørvági. Hann hevur í samfull 22 ár røkt og hildið "útgrevsturin" við líka. Hetta hevur Julian gingið høgt upp í og hevur gjørt tað til fulnar.

 

Í Kvívíkar kommunu vísa tey á. at útgrevsturin hevur staðið sum eitt prýði fyri bygdina, og her hava nógv fólk vitjað.

 

- Kvívíkingar eru stoltir av hesum vakra staði, og tað er Julian, sum hevur røkt starvið fyri Kvívíkar kommunu. Nú hann er vorðin 90 ár, hevur hann valt at siga starvið frá sær.

 

Kvívíkar kommuna vil við hesum takka Juliani fyri tíðina, hann hevur røkt hetta starv.

 

##med2##

 

 

Julian Mikkelsen hevur í samfull 22 ár røkt og hildið "útgrevsturin" í Kvívík við líka.