Haukar nærkast oddinum

Føroyingaliðið, Haukar hevur eina betri gongd nú

Liðið hjá Anniku Fríðheim Petersen og Natasju Hammer er í einari betri gongd nú í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Ígjár vunnu Haukar annan dystin á rað, tá Annika, Natasja og liðfelagarnir vunnu 30-27 á HK í Kópavogi.

 

Fyrri hálvleikur var framúr hjá Haukum. Haukar vóru á odda 17-11 í steðginum.

 

Natasja fekk einki mál á hesum sinni.

 

Leygardagin 4. desember spæla Haukar á útivølli móti Fram.

 

Nr Lið:DystirVJTStig
1 Valur760112
2 Fram751111
3 KA/Þór751111
4 Haukar84139
5 HK83147
6 Stjarnan72054
7 ÍBV72054
8 Afturelding70070