info
Ongi úrslit

Kúvending: Nú vil Tjóðveldi samráðast við Russland

Við ongum alternativum ber ikki til at gera broytingar beint nú, uttan at raka føroysk húsarhald hart, sigur Tjóðveldi

Áki Bertholdsen
21. november 2022 kl. 11:56

Spurningurin um vit skulu fara undir samráðingar við Russland im ein nýggjan fiskivinnusáttmála fyri næsta ár, hevur verið eitt av teimum heilt torføru spurningunum í føroyskum politikki síðani álopið á Ukraina.

Núverandi samgonga vildi ikki taka støðu men skumpaði ábyrgdina yvir á samgonguna, sum tekur við eftir løgtingsvalið.

Men fleiri flokkar hava kortini havt eina greiða støðu. Tjóðveldi er ein flokkur, sum hevur hildið, at vit eiga ikki at fara undir samráðingar við Russland.  

Í farnu viku segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, við okkum, at moralskt er tað lætt at taka støðu og tann støðan er, at vit skulu ikki samstarva við eitt land, sum loypur á eitt annað land. Men hann legði afturat, at treytin er, at okkurt annað verður ístaðin, tí annars fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar fyri ávís øki í landinum, fyrst og fremst Norðoyggjar.

Men í eini fráboðan í dag boðar Tjóðveldi frá sum støðan er nú, ber tað ikki til at sleppa fiskivinnusamstarvinum við Russland.

– Tjóðveldi tekur onga avgerð sum hóttir gerandisdagin hjá fólki, sigur Tjóðveldi í eini fráboðan í dag. 

– Við ongum fyrireikingum og ongum alternativum, ber ikki til at gera broytingar beint nú, uttan at tað gongur hart útyvir føroysk húsarhald, siga tey.

– Vinnulívsfólk, og sjófólk, sum hava Barentshavið sum livibreyð, skulu kunna føla seg trygg í, at livibreyðið eisini er har eftir jól, sigur Tjóðveldi. 

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

2 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

KÍ skal hava nýggjan venjara

9. oktober kl. 12:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Thorvald: - Havi ongantíð hoyrt um so tungan veðr

4 minuttir síðan
Tíðindi

VIDEO: Andrias fekk reyða kortið

40 minuttir síðan
Hondbóltur

Nykøbing Falster tapti í heimadysti í Champions League

1 tími síðan
Tíðindi

Teir veturgomlu vigaðu millum 110 og 114 pund

1 tími síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus tapti annan dystin á rað

1 tími síðan
Tíðindi

Grøn orka loysir seg

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF javnaði til 1-1 í yvirtíðini

2 tímar síðan
Tíðindi

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

2 tímar síðan
Tíðindi

Tarira kemur heim við trimum virðislønum

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump lýs­ir orku­vápna­hvíld – Russ­land held­ur fram við álopum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nú sær tað heilt svart út á Svangaskarði

3 tímar síðan