info
Ongi úrslit

Landsstýrismaðurin um kravgonguna: – Gott at fólk vísa sína ónøgd

– Sjálvur haldi eg, at uppskotið, eg legði fram, var eitt gott uppskot, sum var fakliga og moralskt forsvarligt, sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum.

Pætur Hjalmar Evensson
12. juli 2024 kl. 19:25

Fleiri politikarar vóru til kravgonguna um fría fosturtøku í dag. Millum annað var landsstýrismaðurin í lógarmálum Bjarni K. Petersen til staðar. Í vár legði hann uppskot um fría fosturtøku til 12. viku, men uppskotið varð felt – millum annað tí hansara egnu floksfelagar úr Framsókn, Hanna Jensen og Sólvit E. Nolsøe, atkvøddu ímóti uppskotinum.

Bjarni K. Petersen heldur tað vera positivt við hesari kravgonguni í dag:

– Tað er gott og stuttligt at síggja, at fólk fara út at gera vart við sína støðu og sína ónøgd. Nú havi eg roynt at ómakað mær við at vera til staðar hjá báðum síðum. Eg var eisini til tiltakið “Standa fyri lívi” á Vaglinum í apríl fyri at hoyra tað sjónarmiðið, sigur hann.

– Eg roknaði við, at vit fóru at samtykkja eina lóg, sum er ein endurspegling av hugburðinum millum fólk. Tað bleiv tað so ikki til. Og tað er nokk tí, at tey ganga á gøtunum í dag.

Fer hetta at ávirka nakað fyri teg?

– Nú rokni eg við, at fólkini her vóna, at hetta fer at leggja trýst á politikararnar. Sjálvur haldi eg, at uppskotið, eg legði fram, var eitt gott uppskot, sum var fakliga og moralskt forsvarligt. Men tað veldst um. Tað krevst, at fortreytirnar broytast, og at hugburðurin í tinginum eisini fer at broyast. Kanska hetta kann broyta uppá tað, sigur Bjarni K. Petersen.

LES EISINI: Myndir frá kravgongu um fosturøku: »Vit fara ikki tigandi aftur í 50'ini«

Kann man rokna við, at tú fert at leggja uppskotið fram aftur í heyst?

– Tað veldst um, hvørt eg havi undirtøku fyri tí, sum eg leggi fram.

LES EISINI: Pro Vita undrast á kravgonguna um fosturtøku 

Mest lisið hesa vikuna

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

2 tímar síðan

Valdi brúdleyp fram um steyp – og hevði gjørt tað aftur

6 tímar síðan

Myndir: Tingfundur 10.09.26

1 tími síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

1 tími síðan

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

2 tímar síðan

Nashville Nights kemur aftur til Føroya

6 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi
Kelda: youtube.com

VIDEO: FSF víðkar stuðulin til skúlafótbólt

10 minuttir síðan
Tíðindi

Listafólkabústaður á Føroya Fókaháskúla!

55 minuttir síðan
Hondbóltur

Ísak og liðfelagarnir vunnu stórsigur

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Tingfundur 10.09.26

1 tími síðan
Lesarabrøv

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

1 tími síðan
Tíðindi

Oyndarfjørður aftur karmur um Søgugonguna

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan

1 tími síðan
Tíðindi

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

2 tímar síðan
Uttanlands

Hægstirættur steðgar republikanskari fyrimunsskipan

2 tímar síðan
Tíðindi

Heimsstjørna solistur til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

3 tímar síðan
Tíðindi

Danski Tjóðbankin hækkar eisini rentuna

3 tímar síðan