info
Ongi úrslit

Nýggjur maður avgjørdi fyri FC Hoyvík

1. DEILD: Sigur í grannauppgerð ber við sær, at FC Hoyvík nú er trý stig frá bargingini

Jóannes Hansen
3. august 2024 kl. 20:47

Tað er sera gott lag á Bill Jaobsen og hansara monnum í FC Hoyvík. Í kvøld áttu teir heimavøll ímóti grannunum í HB, og teir næstbestu hjá skjótt 120 ára gamla HB fóru omanaftur í Gundadal við 2-1 tapi.

Úrslitið ber við sær, at HB er aftast við 9 stigum, at FC Hoyvík er næstaftast við 12 stigum, og at tað eru trý stig fram til KÍ, sum á áttanda plássi hevur 15 stig.

Sunnudagin um eina viku fær FC Hoyvík vitjan av B71, og um tað tá eydnast at vinna fulla úrtøku og eisini leygardagin 17. august, tá ið FC Hoyvík verður gestur hjá HB, so fer tað at síggja væl bjartari út hjá FC Hoyvík, enn tað hevur gjørt higartil í ár.

2-1 sigursmálið hjá FC Hoyvík í dag skoraði nýggi álopsspælarin Simon Jørgensen. Hann hevur inntil nýliga verið akademispælari hjá OB í Odense, sum sigst eiga eitt tað besta akademiið í Danmark. Tað var tveir minuttir undan leikloki, at Simon Jørgensen skoraði 2-1 sigursmálið. 18 ára gamli álopsspælarin var eisini við, tá ið FC Hoyvík 3. juli spældi málleysan javnleik í Klaksvík.

Heðin Olsen legði í sjeynda minutti FC Hoyvík á odda 1-0. Hetta var fjórða málið hjá 18 ára gamla Heðini Olsen í næstbestu deildini í ár.

Í 37. minutti javnaði Dávnjal Reginsson til 1-1. Hetta var triðja málið hjá Dánjali Reginsson á næstbesta HB liðnum í ár.

Í kvøld vóru Jákup L. Thomsen og Magnus Holm Jacobsen millum teir fyrstu ellivu hjá HB.

Næsti dystur hjá HB verður næsta leygardagi, tá ið HB fær vitjan av oddaliðnum FC Suðuroy.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Burn: H71 vann sjeynda sigurin á rað

18 minuttir síðan
Tíðindi

Sleppa undan heilsu­trygdar­gjaldi – men hvør rind­ar rokningina?

38 minuttir síðan
Tíðindi

Høgni Johannesen í Betesda mikukvøldið

39 minuttir síðan
Lesarabrøv

Løgtingið ímóti kommununum

45 minuttir síðan
Fótbóltur

Ovara endaspælið: HB vann stórsigur á Skála ÍF

58 minuttir síðan
Tíðindi

48 nýggj vinnustykki liðug á Ovara Hjalla

1 tími síðan
Fótbóltur

Heimaliðið takkaði fyri seg við stórsigri á Vágseiði

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Skövde eru ósigraðir í fýra teimum seinastu dystunum

2 tímar síðan
Tíðindi

Hava fingið kirkjustovu í Kollafirði

2 tímar síðan
Tíðindi

Spara 14,7 mió: Sjey til átta størv hvørva á sjúkra­hús­um

4 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj og Hák­un kong­ur um­røddu burtur­flutt ukrainsk børn

5 tímar síðan
Tíðindi

Uppliv gleðina við føroyskum fólkadansi

5 tímar síðan