info
Ongi úrslit

Nýtt oljufelag byggir oljugoymslu á Strondum

Krafta ætlar at gera avtalu við Sjóvar kommunu um økið á Hulki at byggja oljugoymslu

Eirikur Lindenskov
27. november 2023 kl. 15:18

Oljufelagið Krafta og Sjóvar kommuna ætla at gera avtalu um eitt økið á Hulki, har Krafta fer undir at byggja eina oljugoymslu. Avtalan er treytað av, at neyðug loyvi fáast til verkætlanina.

Oljugoymslan á Hulki verður 5.000 rúmmetrar til støddar við tveimum tangum á 2.500 rúmmetrar.

Oljugoymslan verður eitt gott ískoyti til verandi oljukapasitetin í Føroyum, og harvið eisini eitt gott ískoyti til trygdartilbúgvingina, havandi í huga ótryggu støðuna í heiminum. Gongur eftir ætlan er oljugoymslan klár at taka í nýtslu um ársskiftið 2024-25.

– Vit meta, at staðsetingin á Hulki er tann besta fyri virksemið hjá Krafta. Hulkur er ein av góðu náttúruhavnum í Føroyum. Staðsetingin er eisini avgerandi fyri virksemið hjá Krafta, sum leggur seg eftir at veita olju til skip. Tí eru vit sera fegin fyri avtaluna við Sjóvar kommunu, sigur Rói Kalsø, stjóri í Krafta í stuttari viðmerking í tíðindaskrivi frá Krafta.

– Í Sjóvar kommunu fegnast vit um at fáa virksemi á Hulki, sum vendir sær til sjóvinnuna. Verkætlanin hjá Krafta hóskar seg væl til ætlanirnar hjá Sjóvar kommunu um at fáa meira virksemi á Hulki, har kommunan hevur gjørt íløgur í at betra um karmarnar fyri vinnuligt virksemi, sigur Artur Johansen, borgarstjóri, í sama tíðindaskrivi.

Oljugoymslan verður bygd eftir nútímans ásetingum og við nýggjastu trygdartøkni, til tess at fyribyrgja dálking ella møgulig óhapp. Krafta er farið undir at fáa neyðug loyvi, so at farast kann undir at byggja oljugoymsluna.

Krafta hevur síðani fyrst í juli í ár handlað olju til skip, og hevur Krafta merkt ein sera jaligan hugburð frá sjóvinnuni og almenninginum sum heild.

– Við egnari oljugoymslu kemur verulig kapping á oljumarknaðin í Føroyum, sigur Rói Kalsø at enda í tíðindaskrivinum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skrásetingar­gjaldið á bil­um gav 82,5 pros­ent meira í lands­kassan

14 minuttir síðan
Tíðindi

20 ár síðani vanlukkuna við Atlantsflog í Stord

1 tími síðan
Tíðindi

Maður hand­tik­in fyri ófanta­ligan at­burð í nátt

1 tími síðan
Fótbóltur

Oddsini millum 07 Vestur og EB/Streym eru púra jøvn

2 tímar síðan
Tíðindi

Tað almenna fekk 414 milli­ón­ir meira í skatti

2 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona tapti á útivølli

4 tímar síðan
Hondbóltur

KA/Þór var fyri fimta tapinum á rað

10 tímar síðan
Hondbóltur

Silja var toppskjútti hjá Ajax við átta málum

11 tímar síðan
Fótbóltur

Västerås tapti á Gamla Ullevi leikvøllinum

11 tímar síðan
Hondbóltur

Maria og liðfelagarnir mistu í oddastríðnum

12 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar russiskt diesel til sperdar amerikanarar

12 tímar síðan
Hondbóltur

Teis mátti lúta fyri sínum gomlu liðfeløgum

12 tímar síðan